Oddagrein· Fíggjarlógaruppskot

Landsstýrið hevur lagt sítt fíggjarlógaruppskot fram. Ikki kann sigast, at tølini eru tespilig. Fíggjarlógin vísir eitt hall upp á nærum 300 milliónir. Hallið er fyrst og fremst orsakað av fallandi inntøkum, meðan høga útreiðslustøðið verður varðveitt.

Tað er hugaligt at síggja, at vit nú hava fingið ein landstýrismann í fíggjarmálum, ið heilt greitt meldar út, at fíggjarlógirnar fyri komandi ár koma at verða ávirkaðar av fiskaprísum og búskparligu vánunum annars. Hetta hevur ikki verið greitt nokk í farnu árum, og gav tað at bíta, tá inntøkumetingarnar skramblaðu niður við heilt stórum milliónaupphæddum uppá fáar mánaðar, tí at man eftir øllum at døma hevði gloymt, hvussu føroyski búskapurin var skrúvaður saman.

Spurningurin við fíggjarlógaruppskotinum hjá landstýrinum er tó, um man hevur gjørt tær raðfestingarnar á útreiðslusíðuni, ið skulu gerast. Tað tykist verða breið semja um, at útreiðslustøðið hjá landinum er ov høgt. Her verður hugsað um rakstrarútreiðslur og ikki um íløgur. Íløgutørvur er altíð, og serliga er tað umráðandi at tað almenna varðveitir eitt ávíst íløgustøði, tá tíðirnar versna. Almenni raksturin er dýrur. Tað at blokkurin varð niðurskorin við 366 milliónum um árið ger, at tað neyvan slept undan sparingum í almenna rakstrinum. Verður tað illa dámt , so er at siga sum, at hetta er ein neyðug fylgja av blokkniðurskurðrinum. Sparingar nar eiga at vera sosialt javnvegaðar og raðfestast má við skili. Tí ber ikki til at fara at skera við einum ávísum prosenttali yvir ein kamb.

Kanska fer meir at síggjast í fíggjarlógini fyri næsta ár, tá hendan samgongan hevur havt veruliga tíð at lata sín politikk skína ígjøgnum í fíggjarlógaruppskotinum.

Viðvíkjandi fíggjarlógaruppskoti, so er tað konstruktivt, at størsti andstøðuflokkur hevur lagt fram sítt egna fíggjarlógaruppskot. Hetta uppskot vísir eitt minni hall enn samgonguuppskotið, men trupulleikin er, at flokkurin hevur ein stóran trúvirðistrupulleika. Hvussu kann borgarin hava álit á, at eitt uppskot, ið hesin flokkur leggir fram í andstøðu, fer at halda, tá sami flokkur hevur havt medábýrgd av risastórum eykajáttanaruppskotum hvørt tað einasta ár í samgongu. Einki fíggjarlógaruppskot, ið var lagt fram av Karsten Hansen hevur hildið. Hvørt ár hava stórar milliónaupphæddir verið lagdar afturat útreiðslunum. Tí hava vit ilt við at trúgva, at ein flokkur, ið hevur undirbudgetterað kraftugt hvørt tað einasta ár, kann hava eitt uppskot í ár í andstøðu, ið er eftirfarandi. Tó má man vóna, at samgongulimir hyggja at uppskotinum hjá Tjóðveldisflokkinum og geva tí eina gjølla viðgerð, tí hvør veit, kanska okkurt gullkorn er. Vit fáa at síggja, hvussu leikur fer. Livst so spyrst.

Sosialurin