Oddagrein· Eitt gott val

Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur sett Andras Mortensen í starv sum landsantikvar.

Landsantikvarurin hevur sum kunnugt ovastu embætisligu ábyrgd av okkara fornminnum og mentanararvi sum heild  við øðrum orðum eitt sera týðandi starv. Andras Mortensen er maður í góðum árum og hartil sera væl útbúgvin  søgufrøðingur og doktari í sínum faki. Í 2001 vardi Andras Ph.D heitið frá Fróðskaparsetri Føroya fyri ritgerðina Hin føroyski róðrarbáturin, sjómentir føroyingar í eldri tíð. Ritgerðin varð givin út í bók, og fyri hana varð hann heiðraður við virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir.
Landsstýrismaðurin hevur gjørt eitt gott val, tí eingin ivi er um, at nýggi landsantikvarurin er sera væl skikkaður og hevur teir akademisku og leiðsluligu førleikar, ið krevjast til hetta starvið. Hartil hevur hann stóra virðing í fakliga umhvørvinum úti sum heima. Føroya Fornminnissavn hevur uppiborið eina góða leiðslu. Her er talan um stovn av sera stórum týdningi fyri føroyska mentan og søgu, og harvið hevur stovnurin avgerandi týdning fyri okkara samleika sum tjóð.
Stovnurin umsitur og varðveitir okkara mentanararv. Hetta er ein stór og ábyrgdarfull uppgáva og synd er at siga, at stovnurin hevur fingið góða viðferð av landsins myndugleikum hesi seinastu árini. Men sum kunnugt fyllir mentanararvurin nógv í Visjón 2015 og hetta kundi týtt uppá, at landsins myndugleikar nú eru vaknaðir og loksins hava skilt hvønn týdning stovnurin hevur fyri okkara mentan og samleika. Fornminnissavnið hevur havt tað trupult seinastu árini og hava trupulleikarnir ikki stavað frá stovninum ella starvsfólknum men frá vánaligari politiskari leiðslu. Nú hevur landsstýrismaðurin í mentanarmálum so skorið ígjøgnum og sett ein persón við teimum neyðugu førleikunum at leiða stovnin. Hetta er eitt sera gott val og nú vóna vit øll, at stovnurin fer at mennast og blóma til gagns fyri land og tjóð.
Sosialurin((