Oddagrein:Landsdansistevnan - eitt gott tiltak


Í vikuskiftinum, sum fór, var landsdansistevna í Havn, og fólk í hópatali

vóru komin saman fyrst á Vaglinum, so í høllini á Nabbi og síðan varð dansaðí Sjónleikarahúsinum til tann ljósa morgun. Hetta við at halda eina landsdansistevnu er eitt frálíkt tiltak.

 






Onkur kann kanska spyrja, hvønn týdning dansurin hevur á okkara døgum. Erhann ikki ein fornleivd? Hoyrir hann ikki fortíðini til? Hvat skal endamálið vera við at gera so nógv burtur úr føroyskum dansi?


Vit eru ikki í iva: dansurin hevur størri týdning enn nakrantíð áður.Dansurin er ein týðandi táttur í føroyskum samleika og dansurin eigur sínstóra lut í tí, at føroyskum málið var lív lagað, soleiðis sum eisini fleiri av røðarunum á stevnuni vístu á.


Stevnan er ein manifestatión av tí týdningi, ið føroyski dansurin enn hevur sum mentanartáttur. Hetta er sera gott, og tí halda vit, at landsdansistevnan hevur stóran týdning fyri føroyska mentan. Dansurin er ein partur av føroyskari mentan, og kvæðini, ið hoyra til dansin, eru okkara íkast til ein

felags norðurlendskan mentanararv, eins og íslendsku fornsøgurnar eru íslendska íkastið. Hetta er ein av mongum orsøkum til, at vit eiga at halda lív í føroyska dansinum. Hann hevur ikki bert týdning fyri okkum, men fyri umheimin uttan fyri okkum. Dansurin er sum øllum kunnugt komin av meginlandinum í miðøldini, og her er hann vorðin varðveittur, meðan hann er burturgloymdar í øllum øðrum londum.


Myndugleikarnir eiga at sýna dansinum ans og teir eiga at stuðla tí virksemi, sum verður avrikað í dansifeløgunum kring landið. Ein av røðarunum á stevnuni nevndi, at tað er dansifeløgunum fyri at takka, at dansinum er lív lagað. Hetta er so satt sum tað er sagt. Dansifeløgini hava gjørt og gera eitt stórt arbeiði fyri at varðveita føroyska dansin. Men tað trýtur við áhuganum hjá teimum ungu og næsta takið hjá dansifeløgunum eigur at vera eitt álvarsamt átak til tess at økja um áhugan fyri føroyskum dansi millum børn

og ung.


Sosialurin