bara tann góði Gud. Gøtu Fía helt til í Langagarði, tá ið hon giftist úr Gøtu til Oyndarfjarðar. Her ráddi hon. Hon kom sum eitt frískt lot til bygdina eftir kríggið, giftist i Langagarð við Hjalmar Gaard [...] vísti tað í verki. Hon hevði nýggjar siðir við sær til bygdina og millum annað, so kókaði hon brystsukur og slikkipinnar, hvørs pinnar Hjalmar evnaði til úr sprekum. Tað eru heit minnir, sum koma fram fyri [...] og langomma, also tann úr Havn, sum reint genetiskt ger meg til tann havnamann eg eri, vóru ógvuliga væl. Tær funnu saman so skjótt Fía kom til Oyndarfjarðar og hetta merkir, at Fía luttók í øllum hátíðardøgum
smágenta, tá ið hon fór at spæla í sunnudagsskúlanum, og í meiri enn eina hálva øld hevur hon spælt til møtini í salinum. Ivaleyst eru tey fleiri, sum komast við plátuna, sum Sólrun Skaale og Oddmar Færø [...] verið virkin í fornminnisfelagnum og bygdasavninum á Toftum, síðani tey vórðu sett á stovn. Í 1967 giftist Sólrun við Hanusi Lómstein, sum er ættaður úr Syðrugøtu. Tey bygdu uppi á Hamri, og tey eru mong [...] tey góvust at handla, búðu Sólrun og Hanus eitt skifti í Keypmannahavn. Fyrr í ár fluttu tey aftur til Toftir, har tey trívast væl, og tey eru mong, sum fegnast um, at tey, eftir at hava verið í útlegd
frá fólki til fólk. Men fáur sleppur tó heilt óskalaður í lívsins leiki. Tað er, sum maðurin segði: Eingin sleppur livandi frá lívinum. Eg kom at kenna Hannu, tá ein av brøðrum mínum giftist við dóttur [...] størsta grunnbrotið, og hetta varð so hennara bani. Hon kom ongantíð fyri seg aftur. Tað er við takksemi til hennara, sum nú hvílur undir moldum, at eg skrivi hesar fáu reglur. Væl verma allar hosurnar, eg fekk
anæstesiøkinum. Í 1960 verður hon sett í starv á Landssjúkrahúsinum, og her hevur hon síni ríku virkisár, til hon í oktober 2000 valdi at gevast. Jóna er framvegis sera virkin. Samvitskufull hevur hon røkt tað [...] Jóna røkt í størsta álvara. At hon valdi narkosuútbúgvingina gjørdi somuleiðis tað, at hon bant seg til eitt presitiónsstarv av rang. Hon fekk næmingaárini og fittan part av virkisárunum á tí gamla hospitalinum [...] m. At hon eisini hevur sín blómu- og plantuáhuga, er eyðsýnt í urtagarðinum í Tórfinsgøtu. Jóna giftist í 1961 við Jákup Lindenskov. Tey eiga børnini Elin (1962), Birita (1964) og Eirikur (1966). Ommubørnini
reiðiligur. Hann var treiskur og stoltur, ein góður stoltleiki, sum við sær førdi vandni og høg góðskukrøv til alt, sum hann tókst við. Erligur var hann, og bersøgin kundi hann vera, og so var hann lítillátin og [...] sjógv við at lata okkum stórfingna savnið eftir Gunhild og teg. Sofus var tilkomin maður, tá ið hann giftist, og Gunhild og hann áttu ikki børn saman. Men hann hevur ikki verið einsamallur - so langt frá. Hann [...] ikki minst familjukærur, so øll, sum varðaðu av systkjum hansara, hevði hann eisini serligan tokka til, og tey kanska eina mest Annika og Marianna hava verið honum hjálp og stuðul, nú hann eldist og búði
sum doyði ungur av sjúku, Esmund og Minna. Mamma er einasta, sum eftir er á lívi av teimum. Í 1944 giftist hon og pápi okkara, Jógvan Andrias, og tey fluttu inn í barnaheim hansara í Toftum ella í Tronganum [...] tún og teig. Tíðin var tíðin, og hon var góð. Onkuntíð mundi vera buldraligt, men eg minnist einki til, at tú vart ill, bangin ella stúrin. Í nærum eina fjórðingsøld vaskaði tú í skúlanum. Tað at arbeiða [...] ein náttúrligur partur av gerandisdegnum. Samfelagsbroytingin hevur verið ovurhonds stór frá torvi til mikroovn! Inniblíð ert tú og tær dámar væl, tá ið fólk støkka inn á gólvið. Væl dugir tú at greiða
Handil var eingin við Ljósá. Skuldi farast til handils var at fara til gongu til Eiðis ella at rógva yvir um sundið til Víkar. Eisini kundi farast suður eftir til Norðskála. Annað dømi er, at áðrenn kirkja [...] báti norður til Eiðis at verða jarðað. Tað gekk eisini leingi til tað kom skipað skúlagongd við Ljósá. Hon var so sum so fyrstu tíðina. Tá vóru tað bert lærarar sum komu framvið áleiðis til Eiðis, sum [...] fóru børnini av bygd til onnur at vera, men tey komu kortini øll heim aftur til Ljósá. Abbin doyði av tarmslyng. Tá var ikki lætt at koma undir læknahond. Tískil doyði hann á veg til Havnar at fáa hjálp
fara. Tískil seldi hann "Irex" til Absalon Jacobsen á Skála, sum var pápabeiggi Poul Andreas, sum eg seinni giftist við. Pápi var føddur 23. november 1893. Hann fór til skips í 1911 við “Delfinini” hjá [...] fóru vit til hús. Mamma lovaði okkum eitt oyra í løn. Onkuntíð kundi tað verða 2 oyru. Fyri hetta fingu vit eina plátu av karamel. Tað var als ikki so galið. Ófør til hendurnar Mamma var so ófør til alt til [...] í Hvalvík og Anton Oluf Vang í Kvívík. Tilsamans vóru 26 bátar, sum avreiddu til “Ananu”, har manning umborð fekk fiskin til høldar. Eitt kvøldið ringja tey av reiðarínum Uvak og siga, at báturin, sum
gamal, elsti føroyingar vit vita um við vissu. Johanna giftist til Vágs, kom at eita Sumberg. Axelina giftist til Selatraðar, hon var uppkallað eftir beiggjanum. Pápabeiggjarnir hjá Steini (Kristiani) [...] eisini við »Baki« til Grimsby við flaki. Onkran túr vóru vit í Cuxhaven. Eisini í Boulogne í Frankaríki. Tveir túrar fóru vit gjøgnum Kielarkanalina til Poland eftir høgguslokki til agn. Tey síðstu árini [...] einum danskara av týskari ætt, sum hevði Tauser til eftirnavn. Hon giftist við eiðismanni, sum kallaðist Johannes Poulsen, og sum fekk sær Tauser til eftirnavn. Hann gjørdist ikki minni enn 105 ára gamal
Beiggi Sunnuvu var hin litríki og navnframi trolaraskiparin Kvívíks Tummas. Eftir krígslok fór Óluva til Danmarkar at nema sær útbúgving sum sjúkrasystur. Heimafturkomin gjørdist hon skúlasjúkrasystir [...] taldist Óluva millum teir vestmenningar, ið trúfastir stuðlaðu hesum nýggja politiska rákið. Óluva giftist við Magnusi Petersen á Mørk, og sum so nógvir aðrir vestmenningar, var Magnus sjómaður. Hansara [...] fyriferst og er sera áhugað í øllum lívsins viðurskiftum. Á Mørkini hava fólk sitið væl. Hjartaliga til lukku við føðingardegnum, Óluva. ----- Ein vinur