Tann 26. juni verður Óluva Durhuus Petersen úr Vestmanna 90 ára gomul. Óluva er dóttir Sunnevu Durhuus, fødd Thomassen úr Kvívík og Jóhannus Durhuus úr Garðastovu úr Vestmanna. Sunneva var tvær reisur gift.Hon varð einkja í 1917. Við tí fyrra manninum, Sámali Jákup Petersen úr Kvívík, átti hon synirnar Tummas og Kristian, meðan Sámal Jákup og Óluva vóru undan tí seinni giftuni.
Óluva vaks upp tey árini, tá Vestmanna var ein at trolarabygdunum í Føroyum, og tey árini var mamma hennara aktiv fakfelagskvinna. Men kann siga at umsorgskenslan sum løddi mammuna, øll árini hevur eyðkent lyndi Óluvu. Beiggi Sunnuvu var hin litríki og navnframi trolaraskiparin Kvívíks Tummas.
Eftir krígslok fór Óluva til Danmarkar at nema sær útbúgving sum sjúkrasystur. Heimafturkomin gjørdist hon skúlasjúkrasystir fyri Norður- Streymoy, og í fleiri ár arbeiddi hon av og á sum sjúkraystir á Ellisheiminum á Giljanesi. Hon var sera virkin í Missiónshúsinum, helt sunnudagsskúla, og hennara kristnatrúgv er av tí vakra einfalda slagnum, har góðar gerðir eru tað mest avgerðandi. Tí tók hon uppá seg at røkja tað ábyrgdarfulla starvið sum limur í Barnaverndini, og tey árini tá kvinnur í Vestmanna í stórum talið komu í bygdaráðið, taldist Óluva millum teir vestmenningar, ið trúfastir stuðlaðu hesum nýggja politiska rákið.
Óluva giftist við Magnusi Petersen á Mørk, og sum so nógvir aðrir vestmenningar, var Magnus sjómaður. Hansara lívsstarv var í maskinrúmnum, og hann var ein av teimum ið so at siga doyði á vakt. Hann látst í 1978 umborð á "Expo", og síðani hevur Óluva verið einkja.
Magnus stoypti sjálvur tey vøkru húsini á Mørk í 1950, og har vuksu børnini Sigrun, Sunnuva og Helgi upp. Í stovuni stendur klaverið, og har plagdi Magnus at sita og spæla. Tað var altíð bundið og hekla á Mørkini, og bøkurnar á hillunum siga á sín egna stillføra hátt, at hetta er eitt væl siða føroyskt heim. Sigrun tók læraraprógv, Sunneva tók upp lívsleiðina hjá mammuni og gjørdist sjúkrasystir, og Helgi starvast sum løgreglumaður. Eisini eigur Óluva fleiri ommubørn og langommubørn.
Við stovuvindeyga hevur hon vágna og Vestmannasund fyri sær, og hon fylgir væl við í tí sum fyriferst og er sera áhugað í øllum lívsins viðurskiftum. Á Mørkini hava fólk sitið væl.
Hjartaliga til lukku við føðingardegnum, Óluva.
-----
Ein vinur