Hon hevði seinastu tveir dagarnar ligið í kistu í kirkjuni og nú liggur hon í
kirkjugarðinum á Línheyggi, millum so mong, sum undan henni eru farin. 88
ár fekk hon her niðri, tað er væl longur enn tey flestu, hennara ferð er á
foldum er nú at enda komin, meira tíð kemur ikki til hana og nýggj ferð er
byrjað.
Eg eri ikki í familju við Gøtu Fíu ella Fíu í Langagarði, sum vit eisini
kallaðu hana. Og hví so skriva minningarorð. Jú, svarið er einfalt, Fía
fyllir so vælsigna væl í landslagnum av minnum, sum goymd eru innan í mær og tað eru góð og heit minnir, nú Gøtu Fía ikki er longur okkara millum.
Fyri góðum hundrað árum síðan var grundarsteinurin lagdur undir eina húsarekkju í Oyndarfirði í heilt nútímans stýli. Fyrst kom Billustova, eitt fyrndarhús, sum var flutt úr Sjóvartúni og norður á Bakka. Síðan komu
húsini hjá Lenu, í Langagarði og á Gutta. Í hvørji raðfylgju hesi trý
seinastu húsini komu veit eg ikki heilt. Tá ið eg var smádrongur búðu fólk
í øllum hesum húsunum, Gøtu Fía er tann seinasta frá hesum tíðarskeiði.
Okey, Heggi er komin aftur á steinarnar, nú býr hann aftur í
barndómsheiminum, hjá Lenu, men hann var ikki har í sekstiárunum, tá ið eg
var smádrongur. Hann fiskaði tá í Danmark.
Hendan húsarekkja lá sum eitt bolverk og vardi fyri norðan í lítla
barnaheimi mínum, sum fyri innan varð vart av Stórá. Eg búði ikki niðri í
bygdini, men her var eg millum mong onnur børn, tað eygað var vakið. Hesin heimur broytist við tíðini, hús skifta snið og fella av, men barnaheimurin er brendur fastur og hann beri eg við mær inni í deyðan og gerist eg nóg gamal, so fer hann at livna enn meira uppaftur í barndøminum, tá ið eg gloymi tykkum og flyti aftur í barnaárini. Hví so er veit bara tann góði Gud.
Gøtu Fía helt til í Langagarði, tá ið hon giftist úr Gøtu til
Oyndarfjarðar. Her ráddi hon. Hon kom sum eitt frískt lot til bygdina eftir
kríggið, giftist i Langagarð við Hjalmar Gaard, fekk fleiri børn og hetta
var teirra heim.
Tað vóru seks fremmandar konur í Oyndarfirði, tá ið eg var smádrongur og tað var nakað serligt við teimum. Eg veit ikki rættuliga hvat tað var, men tær hoyrdu líkasum ikki heilt til. Ella tær høvdu onga familju av týdningi í bygdini og tær komu við nýggjum siðum og tordi betri at vera seg sjálvar millum hinar kvinnurnar, sum vóru stýrdar av aldargomlum vana. Og so snakkaðu tær eitt sindur øvísi enn oyndfirðingar, sum lógu avbyrgdir uttan vegasamband og høvdu ment sítt egna mál. Langomma mín, Luffa í Hálvmørk var úr Havn og hon tosaði við sínum fína havnamáli. Mýr-Anna tosaði á sínum ráma suðuroyarmáli, Johanna hjá Meinard Berg á sínum syngjandi skopunnarmáli, Sólbjørg hevði sítt eyðkenda hvannasundsmál og so báðar gøtukonurnar Nora og Fía, sum ikki høvdu tað dragandi gøtumálið, men sítt egna. Nú er bara Nora eftir av teimum..
Gøtu Fía var einki undantak millum avbygdakonurnar. Hennara lætta lyndið gjørdi, at vit børn vóru góð við hana. Hon var góð við okkum og hon vísti tað í verki. Hon hevði nýggjar siðir við sær til bygdina og millum annað, so kókaði hon brystsukur og slikkipinnar, hvørs pinnar Hjalmar evnaði til úr sprekum. Tað eru heit minnir, sum koma fram fyri meg nú, tá ið eg minni meg aftur á, at vit stóðu í gongini í Langagarði og bíðaðu eftir at
húsfólkið fór inn í blikkið í spískamarinum og taldu brystsukur niður í
posa ella vit fingu ein slikkupinn í hondina. Og onkuntíð gjørdi hon brúnt
brystsukur og tá var var eyka gott og tíðindini um hetta fór sum rótasúpan
millum børnini og útselt var beinanvegin. Spískamarið leið seinni svára
lagnu. Nýggja tíðin kravdi broytingar, hyllarnar við góðgætinum vóru tiknar
niður og ein vesikumma kom í staðin.
Gøtu Fía og langomma, also tann úr Havn, sum reint genetiskt ger meg til tann havnamann eg eri, vóru ógvuliga væl. Tær funnu saman so skjótt Fía kom til Oyndarfjarðar og hetta merkir, at Fía luttók í øllum hátíðardøgum, føðingardøgum og øðrum sum vóru hildnir í míni móðurætt. Og hon var vertskapsfólk, dugdi millum fólk, dugdi at sita undir og var heil kná í kortspæli, serliga Grewjass, sum langomma elskaði. Spælarin var í langommu og hevði hon verið á lívið í dag, so hevði hon verid av ídnastu bingodámum, tað er so vist.
Fía var álitiskvinna og inni í mínum barnaminni verður hon altíð sett í
samband við tá ið okkurt serligt var á vási, brúdleyp, stórir føðingardagar, ervi og annað Fía var høvuðskokkur, kókikona og vit forbundu tað við okkurt deiligt, tá ið hon fór í kokkamunderingina og fór at
stákast. Fía var høvuðskokkur og ommusystir mín Jóna var kaffikokkur, tað
vóru líka sum tvær avdeilingar høvuðsrættur og so tað søta, men báðar
umboðaðu tær okkurt deiligt fyri okkum børn, sum luttóku í fyrireikingunum
og fingu okkurt leskiligt, sjálvt um vit ikki altið vóru boðin til háborðs.
Og so dugnaði hon barnakonum eisini. Tað lá altí ein ófrættadámur yvir bygdini, tá konur vóru komnar at eiga og gleðin var stór, tá ið
barnagráturin og nýggja livið hoyrdist. Og mitt í øllum hesum rokanum kom
Gøtu Fía út við spannuni og avlopinum, ið var fyrsta heim barnsins. Og Fía
var róligt og kendi ábyrgd og sissaði tey kring seg.
Fía livdi ikki bara fyri seg og síni, tað mugu hesi minningarorð vera eitt tekin um. Hon hevur eitt heitt pláss í mínum hjarta og eg takki fyri tíðina
og sýnir samkenslu við tykkum mongu, sum eftir sita.
vinarliga
Jústinus Leivsson Eidesgaard