Kittan Poulsen 80 ár

Mikudagin 23. juni fyllir mamma okkara, Kittan Poulsen í Fuglafirði, 80 ár.

Foreldur hennara vóru Elsebeth Maria og Sigvald Øre. Tey búsettust í Geilini og har vaks mamma upp saman við syskjum sínum - tey vóru Frits, Emma, Karl, sum doyði ungur av sjúku, Esmund og Minna. Mamma er einasta, sum eftir er á lívi av teimum.

Í 1944 giftist hon og pápi okkara, Jógvan Andrias, og tey fluttu inn í barnaheim hansara í Toftum ella í Tronganum, sum tað eisini verður kallað, at búgva. Saman fingu tey fýra børn - Sonja, sum er gift við Haraldi Hammer av Tvøroyri og býr í Syðrugøtu. Kári, sum doyði av krabbameini bert 44 ára gamal í 1991 - hann var ógiftur. Jónsvein, sum er giftur við Káru av Skipanesi og Jógvan Finnur, sum er giftur við Jónvør úr Syðrugøtu. Ommubørnini eru nýggju og langommubørnini tvey. Pápi doyði í 1980.

Gott var at vaksa upp í Tronganum. Í barnaárunum spældu vit ikki sum nú aftanfyri hegnmeskar kringsett av pedagogum. Nei, rásarúm var stórt, næstan óavmarkað - áirnar, fjøran, bøurin og hagin. Bjargingarvestar og fartelefon ókend og fríir sum fuglar runnu vit um tún og teig. Tíðin var tíðin, og hon var góð. Onkuntíð mundi vera buldraligt, men eg minnist einki til, at tú vart ill, bangin ella stúrin.

Í nærum eina fjórðingsøld vaskaði tú í skúlanum. Tað at arbeiða í fiski kendi tú, sum so mangur annar væl. Tú ert vaksin upp í tí tíðini har kúgv, seyður og høsn vóru ein náttúrligur partur av gerandisdegnum. Samfelagsbroytingin hevur verið ovurhonds stór frá torvi til mikroovn!

Inniblíð ert tú og tær dámar væl, tá ið fólk støkka inn á gólvið. Væl dugir tú at greiða frá og hevur eitt sera gott minni. Hetta hevur verið tær hent tey mongu ár, tú hevur verið ættargranskari. Hetta hevur verið eitt frálíkt ítriv hjá tær, og eg veit, at tú hevur hjálpt fleiri at greina ættartalvu sína. Søguáhugin er við árunum styrknaður.

Leingi hevur tú verið limur í pensjonistafelagnum. Eitt óføra gott tiltak tit eldru her og aðra staðni við hava fingið í lag. Tú hevur trivist sera væl í tí umhvørvinum og rósar teimum, sum skipa fyri.

Nú er, sum tey gomlu søgdu, kempualdurin náddur. Í okkara eygum ert tú ikki seinnu árini nógv broytt hvørki í sinn ella skinn. Hóast onkur tregi er, so plagar tú at siga: »Aja, okkurt er, men eg kann ikki klaga.«

Mamma, hjartaliga tillukku á 80 ára degnum og Harrans signing

Jógvan Finnur