Spurningurin er so, hvør skal taka uppgávuna á seg úr ellivu metrum. Tá B36 og KÍ spældu finalu fyri tveimum árum síðani, fekk B36 brotsspark. Jákup á Borg varð settur at skjóta, og bólturin fór langt omanfyri [...] við, at tað verður hann, sum fær møguleikan, um B36 fær brotsspark í morgin: ? Eg havi skotið brotsspark í ár, men seinast misnýtti eg. Vit vunnu 5?0 á KÍ, men tá støðan var 0?0, bjargaði málverjin brotssparki [...] ferðina misnýtti hann. Síðani fekk KÍ brotsspark ímóti NSÍ og tá skoraði Alexander Djordjevic. Tá klaksvíkingar í síðsta umfarinum undan summarsteðginum spældi í Gøtu, fekk KÍ brotsspark, tá støðan framvegis
spælarar, ið hava verið uppaldir í øðrum feløgum, meðan røttu B36arnir meiri ella minni hava verið ífylla. Tað hava verið nógvir spælarar í B36, sum eru komnir aðra staðni frá. Og tað er einki at ivast í [...] spælarum, sum eru uppvaksnir í B36, hevur í morgin møguleikan at vera við til at vinna fyrstu stóru kappingina í bestu deildini fyri barndómsfelagið. ? Eg var við, tá B36 vann meistaraskapið í 1997. Síðani [...] Tað sigur Jákup á Borg, sum hevur verið fastur maður á B36 liðnum fýra tey seinastu árini, og sum má metast millum avgjørdu stuðulsspælararnar hjá B36. Ein av spælarunum, sum hann sipar til, er Herbert í
Teir hava tapt ímóti HB í 1998 og í ár ímóti B36. Og teir vunnu í 1999 ímóti B36. Men hesa ferð vóru tað tey svørtu og hvítu, sum fegnaðust í vetrarveðrinum, meðan rennvátu klaksvíkingarnir noyddust norður [...] hjá KÍ í fjør gevur teimum ein lut í steypinum. B36 var favorittur í finaluni um løgmanssteypið, og teir megnaðu at liva upp til vónirnar hjá viðhaldsfólkunum. 1?0 sigurin var tann fyrsti hjá B36 í st [...] tíggju ár. Steypasigurin ber við sær, at B36 sum fyrsta liðið í Europa hevur kvalifiserað seg til Europa Cup kappingina á sumri 2002. Seinastu fýra árini hevur KÍ verið tríggjar ferðir í steypafinaluni.
Sigurðsson, hevði til fótbólts áskoðararnar ólavsøkudag. Yvirskriftin sipaði til, at finalan ímillum B36 og KÍ skuldi geva svar uppá, um avgerðin at seta finaluna um løgmanssteypið á skránna ólavsøkudag, var
n, sum nú vónar, at avrikið í steypafinaluni kann brúkast til at fáa KÍ eitt sindur longri upp á støðutalvuni. Næsta royndin hjá KÍ verður sunnudagin. Tá skulu teir á ovara vølli í Gundadali spæla ímóti [...] Tomislav Sivic, KÍ venjarin, var ikki misnøgdur við tað, sum hansara menn høvdu víst í finaluni. ? Tit gjørdu tað, sum eg hevði vónað, at tit skuldi gera. Spell var tað, at eitt mistak skuldi kosta avgerandi [...] hann noyddist á vøllin sum avloysari, helt veteranurin Harley Bertholdsen. ? Tað var harmuligt, at B36 fekk mál miðskeiðis í 2. hálvleiki. Eg haldi, at tað vóru onkrar ábendingar um, at teir vóru farnir
fyrsta bríksli var tað týðuligt, at bæði B36 og Kí fegin vildu vinna. B36 hevði í fyrra umfarinum kolandi vindin eitt sindur undan. Teir so at siga lensaðu fram á KÍ hálvuna, men tað spurdist bara ein møguleiki [...] kringseta KÍ brotsteigin. Onkra einstaka ferðina komu teir til skotroyndir, men langskotini vóru óneyv, og Meinhardt Joensen, sum var tryggur í Klaksvíks málinum, hevði ikki nakað serligt at gera. B36, sum [...] teir vandaleysir. Avgjørdu ímóti At KÍ kom undan nógva B36 og vindtrýstinum við nullinum legði upp til, at tað skuldi roknast við undirtippaðu ólavsøkugestunum. KÍ var væl betri við fyrra partin av seinna
2001 B36?KÍ 1?0 (0?0) Á Tórsvølli ólavsøkudag kl. 16.00 1?0: Jens Kristian Hansen 69. Dómarakvartett: Niklas á Líðarenda, Tummas Pauli Olsen, Palli Gregersen og Jens Albert Simonsen 1800 áskoðarar B36: 16 [...] Arnbjørn Danielsen 85. Venjari: Piotr Krakowski Hjálparvenjari: Jákup Thomsen Liðleiðari: Rham í Króki KÍ: 16. Meinhardt Joensen ? 11. Atli Danielsen, 19. Ove Nysted (6. Eyðun Klakstein, 90.), 4. Jan Andreasen
tveimum árum síðani. Tá tókust HB og KÍ. Ta ferðina megnaði KÍ at javna í síðstu løtu í vanligu leiktíðini, men í longdu leiktíðini skoraði HB sigursmálið. Hesa ferð megnaði KÍ at javna stutt undan dystarenda [...] brotssparkskappingini misnýtti KÍ eina roynd, meðan allar fimm úr HB skoraðu. Við gongdini í landskappingini í huga kundi roknast við, at KÍ fór at vinna. Tað sá eisini út til, at KÍ beinanvegin hevði yvirtakið [...] at endurvinna bæði steypakappingina og FM heitið er nú farin, men vit mugu royna at koma aftur, helt Malena Josephsen, hjá KÍ, sum saman við liðfeløgunum umframt FM heitið eisini hevur Europa Cup kappingina
Petersen, B68, Kaj Ennigarð, GÍ, Hjalgrím Elttør, KÍ, Fróði Jóannesarson, NSÍ, Kári í Lágabø, VB, Sólbjørn Olsen, B36, Gilli Haraldsen, Frederikshavn, Heini í Skorini, B36, Mortan Johannesen, B36 og Rasmus [...] hópin hjá B36. Teir átjan spælararnir, sum fara til Wales, eru Pól Næs Joensen, B36, og Heini Jacobsen, VB, sum eru málverjar, og útispælararnir eru Marni Djurhuus, EB/Streymur, Atli Danielsen, KÍ, Áki L [...] Jón Róa Jacobsen og Vagnur Mohr Mortensen úr HB og um Símun Joensen úr KÍ. HB menninir skulu annað hóskvøld spæla í Europa Cup, og KÍ spælarin fer í komandi viku yvir til USA, har hann skal vera tað mesta
Hansen, B68, Johan Byrial Hansen, OB, Pól Thorsteinsson, B36, Jens Kristian Hansen, B36, Óli Johannesen, Hvidovre IF, Øssur Hansen, B68, Fróði Benjaminsen, B68, John Petersen, B36, Jákup á Borg, B36, Súni [...] tí hann var misnøgdur við, at hann ikki fekk lut í lønini, tá Føroyar vunnu í Luksemburg. Men nú er B36 verjuspælarin við aftur. Jens Kristian Hansen, sum var liðformaður á landsliðnum, hevur ikki verið [...] so er spæliloyvið framvegis í gamla felagnum. Her verður hugsað um Øssur Hansen, sum skal spæla við B93. Sambært yvirlitið frá FSF, so er spæliloyvið framvegis á Toftum. Og tað verður eisini hugsað um Christian