Tað kemur ikki fyri í øllum finalum, men sum í øllum øðrum fótbóltsdystum er møguleiki fyri, at tað í finaluni í morgin verður bríkslað fyri brotssparki.
Spurningurin er so, hvør skal taka uppgávuna á seg úr ellivu metrum.
Tá B36 og KÍ spældu finalu fyri tveimum árum síðani, fekk B36 brotsspark. Jákup á Borg varð settur at skjóta, og bólturin fór langt omanfyri málið:
? Tað var púra við síðuna av. Eg ætlaði at skjóta flatt niðri við stólparótina, men bólturin fór omanfyri málið og mitt fyri. Eg rakti púra skeivt, staðfestir Jákup á Borg, sum minnist aftur á, at Jens Kristian Hansen stutt eftir misnýtta brotssparki minkaði um munin til 3?1:
? Um eg hevði havt skorað, so hevði støðan verið 3?2, og so høvdu teir seinastu tíggju minuttirnir verið meiri spennandi, enn teir gjørdust.
Jákup á Borg roknar ikki við, at tað verður hann, sum fær møguleikan, um B36 fær brotsspark í morgin:
? Eg havi skotið brotsspark í ár, men seinast misnýtti eg. Vit vunnu 5?0 á KÍ, men tá støðan var 0?0, bjargaði málverjin brotssparki frá mær. John Petersen plagar at standa klárur, tá eg onkra ferðina havi misnýtt, so tað rokni eg bara við, at hann ger hesa ferð eisini.
Misnýtt fleiri ferðir
Klaksvíkingar hava verið heilt illa vornir úr ellivu metrum í ár.
Harley Bertholdsen hevði verið tryggur brotssparksskjútti, tá hann misnýtti ímóti HB. Hann fekk møguleikan at gera tað gott aftur ímóti NSÍ, men eisini ta ferðina misnýtti hann. Síðani fekk KÍ brotsspark ímóti NSÍ og tá skoraði Alexander Djordjevic.
Tá klaksvíkingar í síðsta umfarinum undan summarsteðginum spældi í Gøtu, fekk KÍ brotsspark, tá støðan framvegis var 0?0. Alexander Djordjevic varð aftur settur at skjóta, men skotið var so mikið vánaligt, at Hallur Hansen hevði ongar trupulleikar at bjarga.
Mikukvøldið spældi KÍ venjingardyst á Tórsvølli ímóti GÍ. Tá fekk KÍ brotsspark. Kurt Mørkøre varð settur at skjóta, og sum so mangan áður, so var hann tryggur úr ellivu metrum. Tí er eingin ivi um, at tað verður leigusveinurin úr Sogndal, sum verður settur at skjóta, um KÍ fær brotsspark í morgin.









