Allan Mørkøre er vrakaður á landsliðnum. Hetta er greitt, nú Allan Simonsen hevur kunngjørt hvørjar átjan spælarar hann vil hava við til Jugoslavia. Ferðalagið fer úr Føroyum annan sunnudag, dystuirn verður annan mikudag, og teir koma aftur til Føroya hósdagin.
Umframt Allan Mørkøre, so eru tveir aðrir av royndu landsliðsmonnunum ikki við. Talan er um Sámal Joensen, sum akkurát nú er farin aftur at venja, eftir at hann hevur gingið ryggskaddur í einar seks vikur, og so Uni Arge, sum hevgur givið avboð, tí hann ikki hevur vant í meiri enn ein mánað.
Nógvir í verjuni
Pól Thorsteinsson var ikki við í heimadystunum ímóti Sveis og Jugoslavia. Tað var, tí hann var misnøgdur við, at hann ikki fekk lut í lønini, tá Føroyar vunnu í Luksemburg. Men nú er B36 verjuspælarin við aftur.
Jens Kristian Hansen, sum var liðformaður á landsliðnum, hevur ikki verið við í ár, tí hann hevur verið skaddur. Nú er hann tøkur aftur, og eftir at hava hugt eftir steypafinaluni ólavsøkudag, hevur Allan Simonsen gjørt av, at Jens Kristian framvegis er evni til landsliðið.
Óli Johannesen var ikki við í dystinum ímóti Sveis. Hann er tøkur aftur, og nú kann hann av álvara leggja seg út í kappingina um landsliðsmetið. Í Jugoslavia verður hann fyri 52. ferð á landsliðnum.
Lítið framrættað
Tá Todi Jónsson og Uni Arge eru burtur, og tá tríggir verjuspælarar eru komnir í hópin, síðan landsliðið seinast var saman, kundi tað bent á, at talan verður ikki um nógv álopsspæl í Jugoslavia:
? Tá teir vóru í Føroyum, var okkara avrik ikki gott. Kanska vóru okkara vónbrotnir eftir tepra 1?0 tapið ímóti Sveis. Í hvussu so er fara vit ikki niður til Jugoslavia fyri at spæla serliga framrættað, ásannar venjarin.
Súni Olsen og Jón Rói Jacobsen verða báðir í ferðalagnum. Venjarin heldur hetta vera spælarar av tí rætta slagnum soleiðis at skilja, at teir kunnu brúkast bæði frammarlaga og aftarlaga á vøllinum.
Tað er annars at leggja til merkis, at hóast onkrir spælarar hava skift felag, so er spæliloyvið framvegis í gamla felagnum. Her verður hugsað um Øssur Hansen, sum skal spæla við B93. Sambært yvirlitið frá FSF, so er spæliloyvið framvegis á Toftum. Og tað verður eisini hugsað um Christian Høgna Jacobsen. Hann er í Esbjerg og roynir at fáa sáttmála, men spæliloyvið er framvegis í NSÍ.
Teir átjan, sum skulu til Jugoslavia annan sunnudag, eru hesir: Jákup Mikkelsen, Molde FK, Jens Martin Knudsen, NSÍ, Hans Fróði Hansen, B68, Johan Byrial Hansen, OB, Pól Thorsteinsson, B36, Jens Kristian Hansen, B36, Óli Johannesen, Hvidovre IF, Øssur Hansen, B68, Fróði Benjaminsen, B68, John Petersen, B36, Jákup á Borg, B36, Súni Olsen, FC Zwolle, Julian Johnsson, Hull City FC, Rógvi Jacobsen, HB, Kurt Mørkøre, KÍ, Helgi L. Petersen, GÍ, Jón Rói Jacobsen, HB, og Christian Høgni Jacobsen, NSÍ