Tað gekk ikki í ólavsøkufótbóltinum, sum klaksvíkingar høvdu vónað. Í hampuligum líkindum vann HB eitt sindur óvæntað steypafinaluna hjá kvinnum, sum tíðliga seinnapartin ólavsøkudag varð spæld á Ovara vølli í Gundadali. Men tað var neyðugt við umdysti og brotsspørkum, áðrenn tað var greitt, at HB skuldi vinna steypakappingina fyri fimtu ferð. Tað hevur verið spælt um hetta steypið síðani 1998, og nú eigur HB tríggjar partar í tí, meðan finalusigurin hjá KÍ í fjør gevur teimum ein lut í steypinum.
B36 var favorittur í finaluni um løgmanssteypið, og teir megnaðu at liva upp til vónirnar hjá viðhaldsfólkunum. 1?0 sigurin var tann fyrsti hjá B36 í steypafinaluni í tíggju ár. Steypasigurin ber við sær, at B36 sum fyrsta liðið í Europa hevur kvalifiserað seg til Europa Cup kappingina á sumri 2002.
Seinastu fýra árini hevur KÍ verið tríggjar ferðir í steypafinaluni. Teir hava tapt ímóti HB í 1998 og í ár ímóti B36. Og teir vunnu í 1999 ímóti B36. Men hesa ferð vóru tað tey svørtu og hvítu, sum fegnaðust í vetrarveðrinum, meðan rennvátu klaksvíkingarnir noyddust norður aftur við ongum.










