Søgan endurtók seg

Eftir spennandi, málríka og dramatiska uppgerð, sum var sera átøk finaludystinum ímillum somu feløg fyri tveimum árum síðani, vóru tað enn eina ferð tær í HB, sum drógu longra stráði

 

Tað minti ikki sørt um finaluna í Oyggjaleika kappingini. Og tað var meinlíkt finaludystinum fyri tveimum árum síðani. Tá tókust HB og KÍ. Ta ferðina megnaði KÍ at javna í síðstu løtu í vanligu leiktíðini, men í longdu leiktíðini skoraði HB sigursmálið. Hesa ferð megnaði KÍ at javna stutt undan dystarenda, einki mál kom í longdu leiktíðini, og í brotssparkskappingini misnýtti KÍ eina roynd, meðan allar fimm úr HB skoraðu.

Við gongdini í landskappingini í huga kundi roknast við, at KÍ fór at vinna. Tað sá eisini út til, at KÍ beinanvegin hevði yvirtakið. Tær høvdu fleiri vandamikil álop, og Bára Skaale legði KÍ framum, tá hon úr stórari fjarstøðu gyppaði bóltin, soleiðis at hann dalaði í málið.

Um KÍ hesa løtuna hevði kent sína vitjunartíð og økt um munin, so er væl hugsandi, at tað hevði tørnað heilt øðrvísi út.

Og hjá HB sá tað avgjørt ikki ljóst út. Annar av landsliðs útisetunum, Eyðvør úr Dímun, var eftir lítlari løtu so óheppin, at hon meiddi sær annað knæið so mikið illa, at hon noyddist at taka seg av vøllinum. Linda Jacobsen kom á vøllin, og HB venjarin, Jákup Bogi Joensen, kendi seg noyddan at gera fleiri rokeringar.

Men hóast annar útisetin var farin av vøllinum, so hevði HB hin útisetan á vøllinum alla tíðina, og tað var fyrst og fremst Helga Ellingsgaard, sum var meistari fyri øllum málunum hjá HB.

Tá HB javnaði, fór hon framvið fleiri av mótstøðuspælarunum, áðrenn hon legði bóltin fyri føturnar á Vivian Thorleifsson. Tíggju minuttir inn í seinna umfarið legði Helga HB framum, tá hon ? hóast hon var nógv kroyst ? meistarliga tveitti seg fram og stútaði hornasparksinnlegg úr høgru í málið, og eftir at KÍ hevði javnað til 2?2, var tað aftur Helga, sum legði HB framum 3?2. Ta ferðina ballónstútaði hon langan og høgan frísparksbólt frá HB liðformanninum, Anniku Godtfred, í málið.

HB hevði leikliga yvirvág seinna partin av fyrra umfarinum og eina løtu av 2. hálvleiki. Helga Ellingsgaard var stóra drívmegin, men HB megnaði ikki at spæla seg til nógvar upplagdar møguleikar.


Viljin var góður

Hjá KÍ, sum stríddist, men ikki náddi leikliga støðið, tær hava víst fyrr í summar, haltaði tað í orðsins sanna týdningi. Rannvá Andreasen, sum hevur so ógvuliga stóran týdning fyri liðið, var eitt sindur darva av liðbandsskaðanum, og tað kostaði nógv. Kristina Eyðbjørnsdóttir kom ikki á vøllin, fyrrenn tað bara restaði ein lítil løta av 1. hálvleiki. Tað var ivaleyst eitt mistak.

Men KÍ vildi vera við, og hóast HB í 2. hálvleiki kom tvær ferðir á odda, so megnaðu tær úr Klaksvík at koma afturíaftur. Fyrru ferðina var tað Malena Josephsen, sum javnaði eftir uppspæl í vinstru. Sera hegnisliga tamdi álopsspælarin bóltin við sær og setti framvið landsliðsmálverjanum.

Tíðin var av álvara farin at ganga undan, tá KÍ javnaði til 3?3. Málið hevði leingi verið á veg, men tað gekst striltið. Rannvá smekkaði upp undir tvørtræið og niður á málstrikuna, og Malena hevði sent í stólpan, áðrenn Bára Skaale javnaði. Við snildum og neyvum hornasparki úr vinstru skrúvaði hon bóltin upp í handara hornið.

So komu ikki fleiri mál. Heldur ikki í umdystinum, tá HB seinastu sjey minuttirnar vóru undirmannaðar. Eyðfríð Kristiansen sá reytt, tá hon ikki helt tað vera nóg mikið, at dómarin sektaði KÍ fríspark.

Tað kundi kanska roknast við, at KÍ fór at leggja trýst á í umdystinum ? serliga eftir at ein HB spælari var rikin av vøllinum ? men tað var meiri HB, sum hevði bóltin hesa løtuna.

? Í tí støðuni, sum vit vóru komnar í, sóu vit brotssparkskappingina sum okkara møguleika, segði HB liðformaðurin eftir dystin. Og tað eydnaðist HB at vinna. Tí ynskja vit teimum hjartaliga tillukku við. Leygardagin helt venjarin hjá teimum, Jákup Bogi Joensen, fyri í blaðnum, at tað sær ikki serliga ljóst út fyri tað, sum er eftir av landskappingini. Steypasigurin átti at verið góður íblástur hjá teimum, sum ætla sær at halda fram at spæla.

Hjá KÍ var tað snópisligt at tapa. Og ikki minst meint mundi tað kennast hjá Báru Skaale, sum við tveimum málum hevði syrgt fyri at halda klaksvíkskvinnum inni í dystinum, og sum til endan misnýtti avgerandi brotssparkið.

? Nú mugu vit halda fram at stríðast í landskappingini. Tað hevur gingið væl, men nú eru stigini nullstillaði. Møguleikin fyri at endurvinna bæði steypakappingina og FM heitið er nú farin, men vit mugu royna at koma aftur, helt Malena Josephsen, hjá KÍ, sum saman við liðfeløgunum umframt FM heitið eisini hevur Europa Cup kappingina at fyrireika seg til.