gera filmar um ævintýr. Disneyfelagið hevði eina stóra framgongd við filminum The Lion King í 1994, men síðani hevur tað ikki gingið so lætt hjá teimum, tí eru tey helst nærum desperat eftir at skapa ein [...] søguni um hvat hendi aftaná Bambi misti mammuna. Pápin, ið er skógarinnar kongur, tekur sær av soninum, men klóka gamla uglan og hann royna at finna honum eina nýggja mammu. Bambi er enn líka fittur og nú er [...] filmurin er rættuliga góður og gott gjørdur. Her er ikki ein algoystur og tivandi upphitaður stemningur, men stillar løtur og so er tónleikurin ofta góður. Her liva Disney upp til teirra navn. Meðan filmurin
býir so sum oljubýin Kirkuk. Flogførini hjá Austrian Airlines fara at flúgva ímillum Wien og Ebril, men leiðslan í flogfelagnum dylur ikki fyri, at hon væntar sær nógv ferðafólk úr londum sum Týsklandi, [...] sannføra kvinnurnar um, at hann kemur í almennum ørindum. Í hvussu er biðja kvinnurnar hann koma innar, men í minst 24 førum hevur avleiðingin verið tann, at hann hevur beint fyri kvinnunum. Onnur halda, at [...] framdi tað fyrsta morðið longu tíðliga í nítiárunum. Løgreglan heldur, at maðurin er um 35 ára aldur, men hóast stór løgreglulið hava leitað bæði væl og leingi, er hann framvegis ikki funnin. Mexico City er
nógv og góð skip. Men høvdu vit ikki góðar manningar og góð starvsfólk, so hevði tað als ikki borið til. Ja, so høvdu vit ongan kjans havt at kappast við aðrar. Kappingin er sera hørð, men vid góðum dirvi [...] Hósvík: Skrivstovubygningurin hjá THOR sær ikki út av so nógvum, tá tú hyggur eftir honum uttanífrá. Men tær nýtist ikki at hava verið leingi inni í bygninginum, fyrrenn tú skilir, at her henda stór ting [...] hart arbeiði, tí vit eru alla tíðina í harðari kapping við aðrar útbjóðarar av somu tænastum sum vit. Men so líðandi hava kundarnir fingið eyguni upp fyri okkum, og vit eru vorðin meiri sjónligir. Tí er tað
hvørt eitt tað einasta ár, og tað fær landskassin rættiliga fitt burturúr. Ikki vildu landsins kosnu menn við Javnaðarflokkinum á odda væl stýrdir og stuðlaðir av Fólkaflokkinum, lækkað olju- og bensinavgjaldið [...] koyrandi. Hvat verður tað næsta? Ætla tit, ið løgtingsvald eru, framvegis at sita kúrr og lata hesar menn, sum eg her kalli fantasileysar og ódugnaligar, drena okkum enn meira? Mær lystir at vita, hvussu [...] koma í landskassan í staðin, tað eru onnur við viðkomandi útbúgvingum betur før fyri at siga enn eg, men eg vil her loyva mær at koma við einum uppskoti um, hvar tit kunnu byrja hjá tykkum sjálvum, kanska
fleiri veitarar, sigur hann. Birgir vísir á, at TeleTech í byrjanini bert seldi breiðbandi í Tórshavn, men við tíðini hevur felagið tikið upp kappingina og hevur útbygt sítt egna kervi, sum í dag røkkur Klaksvík [...] keypa breiðband frá TeleTech, eitt ókeypis føroykst breiðbandstelefonnummar við í internet-pakkanum, men minnast skal á, sigur hann, at tað ber til at hava breiðbandstelefoni, hóast tú ikki hevur teldu. Birgir [...] TeleTech er eitt lítið telefonfelag í føroyskum høpi og eitt sera lítið telefonfelag í alheims høpi, men Birgir vísir á, at øll hava verið smá, áðrenn gjørdust stór - og menning kemur ikki av sær sjálvum
høvdu søkt at Smyrli fleiri ferðir, men tíbetur hevði eingin skaði verið, bumburnar raktu ikki málið. Nógv óttaðust at fara til Havnar, nú tað var vorðið so vandamikið, men sjálvandi, fólk noyddust ofta at [...] ! Á, hatta andskræmiliga ljóðið, sum fór gjøgnum mønu og merg og loypti hvøkk á. Eg fór at renna, men ikki gekk skjótt hjá mær við kufferti í hond. Mær eydnaðist tó í øllum góðum at koma inn um í skýlið [...] loypur yvir í tað borðið, har flogfarið sæst. Enn er tað langt burturi, bara ein prikkur á himmalinum, men hesin prikkurin verður alsamt størri og nærkast eisini. ER tað vinur, ella fíggindi? Ein ring løta
er torført at spáa um gongdina í løtuni, men ábendingar eru um batar, samstundis sum vit í øðrum førum missa. - Upsaprísurin hevur verið frægari, enn hann var, men samstundis hava vit mist rækjuflotan, og [...] trupul "prosess", har hvør einasta játtan verður havd á lofti og verður viðgjørd, leggur hann aftrat. Men sambært brævinum hjá fíggjarnevndini til løgtingsnevndirnar, er fíggjarnevndin samd um, at hallið á [...] annað enn tað, sum fjølmiðlarnir hava borið fram frá tí tíðindafundi, sum flokkurin skipaði fyri. - Men soleiðis, sum eg havi skilt, liggja sjónarmiðini hjá Tjóðveldisflokkinum ikki langt frá uppskotinum
distanseraða røddin og einfalda myndin verða hildnar fast. Men ov ofta sleppur høvundurin stramma frásøgutakinum og fær ikki hildið sær men má flætta stórar moraliserandi sannleikar inn í søguna, sum [...] skaldsliga endurspegling av sama evni. Ikki bara tí einfaldu niðurstøðurnar eru lítið áhugaverdar, men eisini tí stílbrotini missa sín skaldsliga leiklut. Frelsandi antropologurin Ivaleyst er orsøkin at [...] eftir øllum at døma funnið svarið: Vit kundu, um vit vildu og tordu, lært nógv av hesum samfeløgum, men tað er torført at sannføra fólk um hetta, tí vit rokna okkum jú sum framkomin háment samfeløg, ljósár
varð gjørd. Og í øllum førum roknaðu vit við, at talan nú skuldi verða um eina meira smidliga skipan. Men nú verður sagt, at skal talan vera um framleingjan, so skal hetta vera hjá sama arbeiðsgevara? - Ja [...] eisini hetta, sum semjan var um. Sum eg sigi, so helt eg sjálvur, at hetta var komið i trygga legu, men tá vit so síggja slík mál, sum hatta í Sørvági, so er tað greitt, at talan er um ósamsvar millum ætlan [...] hesum einstaka málinum gevur tað trupulleikar, tí fyrrverandi arbeiðsplassið er farið á húsagang,. Men hetta inniheldur eisini fleiri onnur elementir. Hetta læsir jú útlendingin fastan at ávísum virki.
so, hvat leikararnir úr grannalondunum fara at framføra. Men hvat skulu so føroyingar fara á pall við? Hesin spurningurin er ikki svaraður enn, men óhugsandi er ikki, at tað verður ein leikur sum tekur [...] sum verða einir 12 í tali, verða framførdir í Sjónleikarhúsinum, Meiaríinum og í Norðurlandahúsinum. Men eftir hvønn einstakan leik skal hesin metast av serkønum fólki innan sjónleik úr hvørjum landi. Her [...] sjálvandi eisini møguleika at verða við. Og tí er endamálið at vit ikki bert skulu síggja leikirnar, men eisini læra, hvussu áhugaleikur skal verða. Hinvegin so er eisini góður møguleiki at læra enn meiri