Samskifti
Birgir W. Høgnesen á TeleTech sigur, at tann søguliga løtan, tá ið felagið fekk fjarskiftisloyvi í 1999, gjørdi, at tey tá settu ferð á kappingina á internet-marknaðinum.
- Vit á TeleTech hava sum so nátt endamálinum við breiðbandspartinum. Kapping er komin í, og fleiri feløg eru nú á marknaðinum enn áður. Tískil fáa viðskiftafólkini í dag møguleikan at velja ímillum fleiri veitarar, sigur hann.
Birgir vísir á, at TeleTech í byrjanini bert seldi breiðbandi í Tórshavn, men við tíðini hevur felagið tikið upp kappingina og hevur útbygt sítt egna kervi, sum í dag røkkur Klaksvík, Leirvík, Fuglafjørð, Gøturnar, Skálafjørðin, Toftir, Tórshavn, Nólsoy, Hest, Koltur, Leynar, Stykkið, Kvívík og Vestmanna og onnur støð eru á veg.
Breiðbandstelefoni
TeleTech hevur øll árini arbeitt við nýggjum møguleikum og tænastum til viðskiftafólkini, og her er talan eitt nú um breiðbandstelefoni við føroyskum telefonummari.
Birgir sigur, at TeleTech nú sum fyrsti veitari hevur fingið tillutað 10.000 føroysk telefonnummur frá Vinnumálaráðnum, og eisini hevur felagið ment sína egnu servaraskipan og vekslara til breiðbandstelefoni.
Ikki bert GSM
Birgir sigur, at stundin nú var komin til at fáa veruliga kapping á føroyska telefonmarknaðinum.
- Tað skert ikki burtur, at hini feløgini hava kappast um GSM-viðskiftafólkini í longri tíð, og tí hevur tað vanliga fastnetssambandið ikki fingið tað "fokus", sum tað eigur, og hetta hava vit á TeleTech gjørt nakað við, sigur hann.
Hann vísir á, at tað ikki er ein treyt, at viðskiftafólk hava breiðband frá TeleTech, um tey skulu ringja bíliga, tí hetta er til øll viðskiftafólk við við breiðbandi.
Nummarið við sær
- Tað, sum er áhugavert við breiðbandstelefoni, sigur Birgir er, at viðskiftafólk kunnu taka telefonina við sær út at ferðast. Ringjast kann, har tú ert staddur við at seta leidningin í breiðbandstykkið á hotellinum.
Birgir vísir á, at tá ið tú tekur telefonina við tær, so tekur tú eisini telefonnummarið við tær.
- Ein vinnulívsmaður ella eitt nú ein tíðindamaður kann fyri tann skuld sita í Spaniu og ringa haðani við føroyskum nummari - og fyri bíligan føroyskan takst. Hevur skrivstovan heima eisini breiðbandstelefon, kann tosast ókeypis, sigur hann.
Uttan teldu
Birgir sigur, at TeleTech komandi dagarnar fer at boða sínum breiðbandsviðskiftafólkum frá mannagongdum í samband við breiðbandstelefoni, og felagið fer eisini at bjóða viðskiftafólkum at gerast "royndarkundar" og soleiðis ringa ókeypis eina tíð.
- Í framtíðini fáa øll viðskiftafólk, sum keypa breiðband frá TeleTech, eitt ókeypis føroykst breiðbandstelefonnummar við í internet-pakkanum, men minnast skal á, sigur hann, at tað ber til at hava breiðbandstelefoni, hóast tú ikki hevur teldu.
Birgir sigur, at tænastan er fyri øll, bæði virkir og privat.
- Fyri at kunna brúka breiðbandstelefon, er neyðugt at hava eitt IP-samband, sum er 128kbit ella hægri báðar vegir.
Nógv at spara
Birgir vísir á, at breiðbandstelefoni gevur møguleikar fyri at spara nógvan pening samanborið við vanliga telefonnetið - og her tosa vit serliga um uttanlandstelefoni.
-Hugsa vit okkum, at viðskiftafólk hava familju í útheiminum, letur tað seg gera at fáa eitt føroykst telefonummar frá okkum og plasera tað eitt nú í Danmark og soleiðis ringa frá einum føroyskum telefonnummari í Føroyum til eitt annað føroykst telefonnummar í Danmark heilt ókeypis, sigur hann.
TeleTech er eitt lítið telefonfelag í føroyskum høpi og eitt sera lítið telefonfelag í alheims høpi, men Birgir vísir á, at øll hava verið smá, áðrenn gjørdust stór - og menning kemur ikki av sær sjálvum.
- Her seta vit hol á eina nýggja kapping, og framtíðin skal vísa, um vit ikki koma við onkrum øðrum innan alt ov langa tí. Hetta við breiðbandstelefoni er sjálvandi ikki nakað nýtt, men føroyingar hava ikki haft møguleikan áður við føroyskum telefonnummari, sigur Birgir Waag Høgnesen at enda.