Súni Selfoss
Koyrandi millum Sørvág og Havnina hvønn dag
Líka síðan henda samgonga var skipað, hava mong við mær verið bangin fyri, hvat hesir borgarligu flokkarnir við Javnaðarflokkinum á odda nú fóru at finna uppá
Ongantíð havi eg hildið, at nakar av hesum flokkum, ið situr við landsins leiðslu, hevur viljað borgarum landsins nakað gott, og so slettis ikki tað besta.
Og nú hoyra vit enn einaferð, hvat teir vilja, BILVEKTGJALDIð SKAL HÆKKAST.
Aftur eru tað vit, sum skulu gjalda fyri teirra ódugnaskap og fantasiloysi, tí lættast er at fara eftir tí, ið ikki rakar teir sjálvar.
Tað eru ikki øll, ið kunnu selja sín bil og brúka bussarnir á sama hátt sum borgararnir í Havn, tí haldi eg, at rættast hevði verið hjá sjónvarpsliðnum at spurt fólk á bygd, ið noyðast at koyra til Havnar til arbeiðis, sama spurning, sum fólk á Havnargøtum fingu í Degi og Viku herfyri. Eg eri vísur í, at svarið hevði verið annarleiðis.
Tað eru tey fægstu, ið hava somu lønarinntøku sum løgting- og landsstýrismenn. Vit hava ikki sama møguleika at gjalda øll hesi eykagjøld/brúkaragjøld, ella vit skuldu kanska heldur kalla tað, eyka skatt, sum verða lagdur á okkum.
Øll vit brúka eina stóra upphædd til m.a. brennievni, tunnilsgjald, vektgjald, tryggingar og viðlíkahald, hvørt eitt tað einasta ár, og tað fær landskassin rættiliga fitt burturúr.
Ikki vildu landsins kosnu menn við Javnaðarflokkinum á odda væl stýrdir og stuðlaðir av Fólkaflokkinum, lækkað olju- og bensinavgjaldið, nei, vit skuldu revsast fyri at gera okkara samfelagsskyldu og royna at halda landinum koyrandi.
Hvat verður tað næsta?
Ætla tit, ið løgtingsvald eru, framvegis at sita kúrr og lata hesar menn, sum eg her kalli fantasileysar og ódugnaligar, drena okkum enn meira?
Mær lystir at vita, hvussu nógv tær seinastu vikurnar hava kosta landskassanum í ferðaútreiðslum. Eg vil bert nevna tríggjar, tann fyrsta var til USA, har eitt stórt ferðalið hevur hugt eftir einum sjúkrahúsverki, ið eingin annar í øllum heiminum vil vita av. So er tað ferðin til Írlands, har ikki minni enn tvey aðalráð saman við tveimum løgtingsnevndum hava hugnað sær, og so Spaniuferðin hjá løgmanni við stórum fylgi, tá Smyril fekk navn, alt hetta goldi við skattgjaldarans peningi.
Eg skal ikki gera meg klókan upp á, hvussu peningurin skal koma í landskassan í staðin, tað eru onnur við viðkomandi útbúgvingum betur før fyri at siga enn eg, men eg vil her loyva mær at koma við einum uppskoti um, hvar tit kunnu byrja hjá tykkum sjálvum, kanska fær tað fantasiin og harvið eisini dugnaskapin at vakna.
Hetta uppskot er bert galdandi fyri løgtings og landsstýrislønir.
. Grundlønin, ið er minni enn 30.000 kr, verður skattað sum hjá øllum øðrum
. Grundlønin, ið er meira 30.000 kr., verður skattað 70%
. Eftirløn og tryggingar verða skattaðar 50%
. Fundarpeningur og nevndarsamsýningar verða skattaðar 65%
. Allar aðrar samsýningar og "frynsegoder" verða skattaðar 90%
. Ferðaískoyti og koyripengar verður strikað, og busskort til Bygdaleiðir verður latið í staðin. Løgtings- og landsstýrislimir, ið búgva í Tórshavn, kunnu ganga. (Tað er sunt, sigur Hans Pauli)
. Ferðaliðini til útlandið verður skorið niður í helvt
. Koyring til og frá flogvølli her heima og í útlandi gjalda limirnir sjálvir
. Eingin viðbót verður latin í sambandi við útlandsferð, heldur ikki til embætisfólk
Eg tori ikki at rokna upp á hetta, so eg veit ikki, hvussu nógv hesar sparingar geva, og hvussu nógvar eykainntøkur í skatti tað gevur, men eg giti nakrar milliónir.
Eg skal lova tykkum, at tit nokk skulu yvirliva, um tit byrja hjá tykkum sjálvum fyrst, tit hava inntøkurnar til tað.
Vit onnur anda enn, sjálvt um høvdið bert kemur undan vatnskorpuni viðhvørt.