THOR: Enn eitt skip í flotan

- Tað tekur tíð at byggja upp eitt álit millum okkum og teir, sum vit samstarva við úti í heimi. Men í dag verða vit mettir sum ein tryggur og góður veitari, sigur Hans Andrias Joensen, forstjóri í THOR Offshore Service í Hósvík

Hósvík: Skrivstovubygningurin hjá THOR sær ikki út av so nógvum, tá tú hyggur eftir honum uttanífrá.
Men tær nýtist ikki at hava verið leingi inni í bygninginum, fyrrenn tú skilir, at her henda stór ting.
THOR er so líðandi vaksið til eitt seriøsan og væl skipaðan partnara í oljuvinnuni kring allan heimin. Eitt felag, sum fólk hava alit á, og eitt felag sum haraftrat ynskir at víðka enn meiri um virksemið.
THOR rekur í løtuni 14 skip, sum eru kring allan heimin. Og á lønarlistanum hjá felagnum eru í dag um 140 fólk, harav áleid 80 teirra eru føroyingar.
Í hesum døgum er felagið í ferð við at yvirtaka enn eitt skip  THOR PROVIDER.
Hetta skipið verdur handað eigarunum ein av komandi døgun. Skipið verður í løtuni gjørt klárt at fara sum support-skip í samband við oljuvinnu í Svartahavinum um einar tríggjar vikur.
 Vit vita, at vit hava nógv og góð skip. Men høvdu vit ikki góðar manningar og góð starvsfólk, so hevði tað als ikki borið til.
 Ja, so høvdu vit ongan kjans havt at kappast við aðrar. Kappingin er sera hørð, men vid góðum dirvi og fleksibiliteti frá øllum pørtum standa vit okkum í kappingini, sigur Hans Andrias Joensen, forstjóri.

Størri og smærri uppgávur
Hans Andrias Joensen sigur, at síðani offshore-virksemið hjá THOR byrjaði í 1997 hevur verið arbeitt málrættað og seriøst fyri at koma inn á altjóða marknaðin.
 Hetta hevur verið eitt sera hart arbeiði, tí vit eru alla tíðina í harðari kapping við aðrar útbjóðarar av somu tænastum sum vit.
 Men so líðandi hava kundarnir fingið eyguni upp fyri okkum, og vit eru vorðin meiri sjónligir. Tí er tað lættari at fáa fatur á sáttmálum í dag enn tað hevur verið fyrr, sigur hann.
Hinvegin so er kappingin hørð mótvegis hinum kappingarneytunum. Ein onnur kapping er so tað, at føroyska kostnaðarstøðið er munandi hægri enn hjá øðrum.
 Hetta ger tað so ikki lættari hjá okkum, tá vit skulu bjóða uppá arbeiðir uttanlands, sigur Hans Andrias.
Nú Faroexpo verður, hevur felagi gjørt av at verða við.
- Her kunna vit koma í samband við verandi og komandi kundar og í tí sambandi møguliga víðka um virksemið. Her hugsa vit serliga um Føroyaøkið komandi summar. Vit vóru jú nógv involveraðir í bordingarnar sum fóru fram á Føroyaøkinum í 2001, sigur Hans Andrias.
Eina tænastu sum teir eisini hava veitt til útlensk skip og feløg, er agentvirksemi, og hava kundarnir eisini verið væl nøgdir við hesa tænastuna.
 Okkara tænastur eru í dag á slíkum støði at vit eru fult førir fyri at taka ein stóran sáttmála uppá okkum, sigur Hans Andrias og hevur hann góðar vónir fyri framtíðina.

-----

Kring allan heimin

THOR rekur í løtuni 14 skip, sum eru stødd kring allan heimin.
Mikudagin í hesi vikuni vóru skipini hjá felagnum á hesum støðum:
1THOR er undir Føroyum til fiskaríð
2Tórsvík arbeiðir í Norðsjónum. Fer í vetur til Mexico-flógvan
3North Star er vaktarskip fyri Statoil í Norðsjónum
4Thor Chaser hevur verið í Norðsjónum í summar. Er nú á veg til Franskt Guyana í Suðuramerika
5Thor Supporter er í Svartahavinum
6Thor Server er í mexikanska flógvanum
7Leitisteinur er í Svartahavinum
8Vesturland er til fiskiskap við Føroyar
9Thor Pioneer er í Mauritanien, Vesturafrika
10Thor Goliath er í løtuni ávegis úr Rotterdam til Gabon í Afrika, hagar hann sleipar ein prám
11Thor Supplier arbeiðir sum útgerðarskip fyri eitt seismikkfelag í Norðsjónum, og skal til Lybia í næstu.
12Thor Provider er í Istanbul, Turkalandi har hann verður gjørdur klárur at fara til fyrstu uppgávu sína í Svartahavinum.
13Mars Chaser er vaktarskip fyri Statoil í Norðsjónum
14Ran sum THOR er reiðarí fyri er til fiskiskap