Firouz Gaini, Gávur skulu rindast aftur,
Mentanargrunnur Studentafelagsins, 2005
Lat meg alt fyri eitt viðganga, at eg havi ilt við at gjøgnumskoða, hvørji ørindini hjá Firouz Gaini eru við nýggja savninum Gávur skulu rindast aftur. Í løtum tykist tað mest sum, at høvundurn hevur tømt skrivaraborðsskuffuna og manglar eitt høvi at geva innihaldið út í bók. Ikki soleiðis at skilja, at ongin reyður tráður er at hóma. Savnandi temaið hjá Gaini er framvegis postmoderniteturin í ymsum avbrigdum - framvegis, tí støðið í savninum byggir á 16 greinar, harav 14 hava verið at sæð í føroysku bløðunum fyrr. Tá vóru tær ofta viðkomandi viðmerkingar til aktuell kjakevni og ikki minst eitt frískligt pístr á einum kjakhermóti, har Gaini sjáldan møtti øðrum enn einmansherinum Kim Simonsen. Í Gávur skulu rindast aftur er hesin kontekstur burtur, og einsamallar verða greinarnar mest sum einslig gleps út í tóman (postmodernaðan) heim.
Skaldsligt andlit
Fyri at blása nýtt lív í tær aftur, hevur høvundurin givið tonkunum í greinunum eitt skaldsligt andlit í smásøgunum í seinnu helvt av bókini. Á hendan hátt fáa søgurnar brá av at vera prógv um, at soleiðis kann tað ganga, tá dómadagsspádómarnir frá fyrru helvt gerast veruleiki. Burtur eru allar ímyndir um guddómiligan skaldsligan íblástur, og vit eiga neyvan at taka hesar søgurnar fyri meir, enn tað, tær eru eitt eksperiment við postmodernaða tankanum um at alt kann brúkast og pettast saman av nýggjum. Í so máta høvdu hesar søgurnar staðið mát, um tær fingu frið til at vera okkurt slag minimalistiskum manifestatiónum av okkara innantómu modernaðu tilveru. Í summum førum eydnast tað eisini, til dømis í søgunum Tokstøðin og Orkidéa, har tann staðfestandi distanseraða røddin og einfalda myndin verða hildnar fast. Men ov ofta sleppur høvundurin stramma frásøgutakinum og fær ikki hildið sær men má flætta stórar moraliserandi sannleikar inn í søguna, sum til dømis í søguni Floghavnalív, har tað verður sagt um globala flóttamannin Føddur í loftrúminum millum Afrika og Europa [...], datt tann flúgvandi nýðføðingurin ímillum allar lógir og paragraffir, og slapp ongantíð úr tí altjóða rúminum, sum er millum heimsins lond [...] Fríur at flúgva hvagar hann ynskti, uttan ferðaseðil, var hann fangaður í einum heimi, ið onnur fólk ikki rokna sum eitt veruligt pláss
Tað er í slíkum førum, at eg, sum lesari, haldi uppat at trúgva uppá tvíbýtta hugskotið við at lata Gávur skulu rindast aftur verða eina ástøðiliga og eina skaldsliga endurspegling av sama evni. Ikki bara tí einfaldu niðurstøðurnar eru lítið áhugaverdar, men eisini tí stílbrotini missa sín skaldsliga leiklut.
Frelsandi antropologurin
Ivaleyst er orsøkin at finna í sjálvari heimsmyndini í greinunum, sum er nærum bláoygt einføld. Hetta er ein heimur, sum í høvuðsheitum verður bólkaður í okkum og hini, tey etableraðu og tey marginaliseraðu, tey valdssjúku og tey kúgaðu, tað postmodernaða og tað premodernaða, sum svarar á leið til ávikavist tey óndu og tey góðu. Inn kemur so antropologurin, sum skilur alt betur enn onnur og tí má greiða okkum frá, hví tey góðu eru á rættari kós, meðan vit onnur bert mugu trilva í blindum í modernaða meiningsloysinum. Antropologurin roynir nevniliga at síggja mentanir innanífrá from the natives point of view fyri ikki at mistulka tað, sum fólk gera og siga. Í meir enn eina øld hava teir granskað og lýst smá premodernað samfeløg og hava eftir øllum at døma funnið svarið: Vit kundu, um vit vildu og tordu, lært nógv av hesum samfeløgum, men tað er torført at sannføra fólk um hetta, tí vit rokna okkum jú sum framkomin háment samfeløg, ljósár frammanfyri hini, og høvdu sostatt noyðst at broytt heimsmynd fyrst fyri at lært av steinaldarmonnum.
Slíkar klisjéir skemma ikki bara greinarnar. Tær verða eisini hangandi sum eitt ekkó yvir smásøgunum og taka allar hugmyndaligar avbjóðingar frá lesaranum. Og tað er spell, tí nógvar av teimum boða bæði frá góðum stilistiskum handalagi og eru ikki sørt slóðbrótandi innan føroyskan skaldskap í síni nærlýsing av samtíðini.