Rógva á Rógvu, James Olsen, Mortan á Rógvu og Leiv Thomsen. - Eg gekk í flokki við Rógva og Mortan í fólkaskúlanum, og teir spældu í Playboys saman við James og Leivi. Eg lurtaði bara eftir teimum í eitt [...] plagdu at venja. Bólkurin hevði ongan bassist, og teir spurdu tí meg, um eg hevði hug at koma í bólkin, og eg var skjótur at siga ja. Hetta var í 1980, og síðan havi eg spælt bass, fortelur Arnold. Playboys [...] spælt eftir gehør, men á skúlanum í Íslandi lærdi eg nótar og hvussu durar, mollar og skalar hanga saman. Eg fekk eisini kunnleika í musik teori, og lærdi at analysera eitt lag. Grundarlagið fyri tí bókliga
vongin í sjálvstýristilgongdini, og so Poul Michelsen og Bjarta Mohr, sum umboða tann meira víðgongda fullveldisvongin. Úrslitið gjørdist, at Óli og Bjarni vórðu afturvaldir, og hetta kann møguliga hava ávirkan [...] fór man út í hitt borðið, og Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin og teir smáu flokkarnar skipaðu samgongu, so hevði man havt somu støðu, nevniliga eitt veikt grundarlag. Og tekur man so tjóðskaparliga [...] hann sera væl nøgdur við úrslitið. Hann vísir á, at flokkurin hesaferð stillaði nógv nýggj og ung andlit upp, og tað varð givið, at tey fóru at fáa væl av atkvøðum. At partamaðurin Óli Breckmann skoraði
gomlu dagarnar, ið hingu tungir og lodnir yvir hvørjum einasta føroyingi, og køvdi allan framburð her í landinum. Nólsoyar Páll var fyrst og fremst eitt politiskt skald, og í hesi bygd fyri 196 árum síðani [...] hevur staðið og engt afturi í skúrinum á Porkersnes, og enn minni høgt kol í námunum í Rangabotni. Kortini hvepti hann seg ikki við at fella harðar dómar yvir korini á jørð. Og so bæði evnaði og dámdi honum [...] øll tey, sum vit ræðast, vanvirðia og hata. Vit lata okkara lítla dreym upp í hendurnar á einum politikara og sita so og bíða eftir at hann setur dreymin í verk. Og tá hann ikki megnar tað, so kasta vit
ímóti okkum - og fyrstu orðini, hon segði, vóru: "Er det Gunnleivur Thomsen... "´ Og so var. Hetta tóktist fløvandi og tryggjandi, og vit høvdu hetta ofta á munni teir 16 dagarnar, vit sótu og prátaðu á [...] følir við teimum og familjum teirra og tá sært tú, hvussu heppin tú sjálvur ert at vera frískur. So leingi tú eigur heilsuna... Opin eygu og oyru Í seinastuni hevur danska sjúkrahúsverkið og tað samstarv, [...] "apparat" við serútbúnum fólki, útgerð og umstøðum annars krevur hugsandi eitt ávíst sjúklingagrundarlag, og er grundarlagið ov lítið, kann eitt stórt útvalt lið ikki standa og bíða á eini vælútbygdari skurðstovu
sølu og í innkeypi, rávøruni, framleiðsluni, avskipingini og innaneftirlitinum. - Tað er stór kapping um at fáa leiðarastørv bæði hjá kvinnum og monnum. Nógvar kvinnur hava bæði vinnulívsroyndir og tann [...] na og veit tískil í grundini ikki, hvat hon ásetir. Mær dámar ikki, at kvinnur og menn verða sett upp ímóti hvør øðrum. Eg veit, at kvinnur og menn arbeiða væl saman. Javnstøða er eini rættindi og ein [...] eg av at flyta heim aftur til Føroya, og tað eri eg sera glað fyri, bæði út frá einum persónligum og yrkisligum sjónarhorni, sigur Jóhanna Vang. Longu sum heilt ung gjørdi Jóhanna Vang av við seg sjálva
ein. Síðan fleiri, og at enda var ein heilur hópur, sum lá á gólvinum. Ungir menn lógu har. Gamlar konur lógu við frakkum og teppum oman yvir sær. Og biðararnir gingu til og frá og høvdu nógv um at vera [...] Lagið tyktist gerast betri og betri, sum frá leið, og at enda var tað bara heilt góður stemningur. Bønin frammalaga Tað er rættiliga umráðandi hjá hesum fólkunum, at biðið verður. Og tað er fyri øllum. Eingin [...] soninum. Og onkur var, sum hevði eitthvørt brek, sum tey fegin vildu hava, at biðið varð fyri. Og amerikanski talarin á møtinum kendi á sær, at tað vóru fólk í høllini, sum høvdu ilt í nakkanum og hálsinum
fjør og 600 starvsfólkum, er størsti framleiðari og útflytari av føroyskum alilaksi. Ábyrgdin er stór – Arbeiði er ótrúliga spennandi og gevur mær nógvar avbjóðingar. Eg arbeiði undir trýsti og má duga [...] Learn by doing, so at siga, og arbeiðssemi hevur hon næstan fingið inn við móðurmjólkini. – Vit børn vóru altíð hildin til at arbeiða og at taka lut í arbeiðnum. Barna- og ungdómsárini arbeiddi eg altíð [...] fer fram við kundarnar, og serstakliga, tá ið hon situr undirdýkt við rokniørkum og skjølum og fyrireikar seg til komandi nevndarfund. – Arbeiðslívið fyllir nógv hjá mær og tað er ein stór avbjóðing
bylgdust lívsins stóru spurningar. Og hann minnist enn, hvussu hann longu sum smádrongur á sín egna barnsliga hátt gekk og grunaði yvir, hvør meiningin við lívinum var, og hví vit menniskju eru her á jørðini [...] upp í himmalin og fáa frið, greiðir Kaj Magnus frá. ? Eg minnist, at eg klintraði uppeftir afturi í hekkuni og skuldi leypa á sjógv. Men meðan eg klintri, hoyri eg eina rødd, sum rópar og biður meg steðga [...] fólk úr øllum heimsins tjóðum og kristnu rørslum at arbeiða saman um eitt felags aðalmál: at fara út um alla verðina at boða Guds orð og soleiðis vera nakað fyri onnur og gera ein mun í heiminum. Tað er
sum høvdu upplivað meslingarnar herja í 1781, og fólk sum hildu seg innandura, gjørdust ikki sjúk. Vanligt var eisini tá, at meslingar vitja børn og ung, og í Føroyum kláraðu hesi seg eisini gjøgnum sjúkuna [...] 6000 sjúkuna. Panum og Manicus viðgjørdu hvør millum 900 og 1000 fólk í Føroyum. 190 fólk doyðu meðan sjúkan gekk, av hesum doyðu 102 føroyingar av meslingum, ið er eitt so høgt og ræðandi tal, at hetta [...] Regenburg og Nolsøe, er tað ikki beinleiðis negativt. Men eitt er, hvat Panum gav út meðan hann livdi, og nakað annað er at lesa privatu pappírini hjá honum, tí har finna vit heilt onnur og beinleiðis
verða skipað á ein lættan hátt. Tey fara at hugna sær saman, spæla spøl, syngja sangir, hava andakt og eta okkurt lekkurt. - Hetta skal verða eitt mega stuttligt kvøld, siga stigtakararnir til juniormøtini