Fyrsta skaldsøgan hjá Gunnari Hoydal, ”Undir su›urstjørnum” (1991), snú›i seg í høvu›sheitum um børnini, sum blivu drigin vi› til Su›uramerika, tá i› pápin fekk arbei›i har. Onnur skaldsøgan, ”Dalurin fagri” (1999), var um uppvøksturin hjá pápanum á tuberklasanatoriinum í Hoydølum. Nú er tri›ja bind um familjuna komi›, og ta› tekur partvís stø›i í ættini hjá mammuni, har abbin var prestur á Sandi frá 1889 og nøkur ár fram.
Fyrsta kapittul minnir ikki sørt um inngangin til ”Undir su›urstjørnum”, men har er pápin á lívi, og nú er bara mamman eftir. Kapitli› er hegnisliga sett saman og ger eina gó›a og livandi mynd av eini eldri kvinnu, sum b‡r einsamøll. Vi› fáum strikum lukkast at draga fram eina farna tí› í bæ›i Danmark og Føroyum, og hvussu samanrenningin av føroyskum og donskum fáa avlei›ingar fyri fólk í bá›um londum.
Prestatankar
Anna› kapittul er bræv frá danska prestinum Jørgen til konuna Marie, sum er eftir í Havn, me›an hann er farin til Sands at taka vi› prestaembætinum. Á trettan sí›um sigur hann henni frá øllum, sum er vi›urfarist honum, og lesarin fær somulei›is at vita, at konan og tann lítli sonurin eru eftir í Havn, tí heilsuni hjá henni bilar eitt sindur. Líka so livandi og fangandi fyrsta kapitli› var, líka so langligt er hetta kapitli›. Heima hjá mammuni sigur frásøguma›urin um bókina hjá langabbanum, at ”hann orka›i ikki fyri tí lærandi og smikursøta tónanum um øll tey gó›u og hjartareinu fólkini” (s.9). Ta› kann vera, at høvundurin hevur lagt seg eftir hesum tónanum, ella at hann beinlei›is hevur umsett eitt bræv frá presti, men fyri lesaran er ta› dráp at koma ígjøgnum kapitli›.
Tá i› eg hev›i lisi› fyrstu sí›urnar av skaldsøguni, helt eg, at nú var Gunnar Hoydal aftur á beinari lei›, eftir ta› ikki heilt væleydna›u ”Dalurin fagri”. Men prestabrævi› fekk meg næstan at leggja bókina frá mær. Lukkutí› bara næstan, tí ta› er nógv gott í hesi drúgvu skaldsøgu, hóast lesarin sum einki kundi veri› summar partar fyriuttan.
Samleiki
Í eini samrø›u í Mentartí›indum í sjónvarpinum seg›i Gunnar Hoydal, at hann av fyrstan tí› hev›i ætla› at skriva tr‡ verk: søguna hjá presti, søguna hjá pápanum í samfelagnum og politikki og so ta n‡ggjastu søguna, sum er hansara egna sum vaksin. Men tann kronologiska gongdin gjørdist ov ke›ilig, tí breyt hann tær tríggjar søgurnar upp og flætta›i tær inn í hvørja a›ra. Men samanrenningin riggar ikki rei›iliga. Kapitlarnir um prestin Jørgen og konuna Marie fáa ongantí› rættiligt lív, og mangt av tí sum fer fram kennist postulera›. Skrivingin hjá Gunnari Hoydal tekur sum heild stø›i í egnum royndum, og ta› er eisini her, at hon er sterkast og mest áhugaverd. Tá i› hann so fer hundra› ár aftur í tí›ina og vil l‡sa eini donsk prestahjún í Føroyum, roynir at fara inn í hugan á hesum fólkum, so viknar frásøgnin. Hon gerst meiri vatndeyv, fer í stø›um at líkjast eini fólkalívsl‡sing, og ta› er als ikki sama plúmm í henni sum annars.
Í tí nevndu samrø›uni í sjónvarpinum seg›i høvundurin eisini, at á ein hátt snúgva allir partarnir í skaldsøguni seg um samleika, tá i› tí›ini og nú á døgum. Hvussu er ta› at vera danskari millum føroyingar? Føroyingur millum danskarar? Fremmandur millum su›uramerikanarar? Hálvur danskari og hálvur føroyingur í Føroyum?
Ta› er lítil ivi um, at her er ein høvu›slind í frásøgnini. Ongantí› at hoyra fullkomiliga til, altí› at vera eitt sindur uttanfyri og ofta happa›ur. Svenskarar brúka or›i› ”utanförskap” um hesa støðu, og persónarnir í skaldsøguni føla seg uttanfyri, hvar ið teir so eru í tíð og stað.
Landi› vil vera land
Í einum av teimum fyrstu kapitlunum ver›ur sagt frá heimfer›ini vi› skipi› aftan á kríggi›, og hvussu spent tey vaksnu eru at koma aftur. Endin á tí fyrstu rumblutu tí›ini heima er fólkatkvø›an 14. septembur 1946, har pápin kemur brestandi til hús: ”-Landi› er frítt, rópti hann. Landi› vil vera land!” (s.65). Men solei›is vilja teir veruligu myndugleikarnir, sum sita í Keypmannahavn, ikki at ta› skal vera. Teir smí›a eina n‡ggja lóg, sum sí›ani ver›ur samtykt av tí stóra tinginum, og so mugu fólk nor›afyri lata sær lynda. Tey fáa heimast‡ri›, av høvundinum kalla› heimabeiti›, og landsst‡ri, í søguni nevnt undirst‡ri›. Ta› er ongantí› nakar ivi um, hvar høvundurin fl‡tur politiskt.
Higartil hevur annarhvør kapittul veri› um familjuna hjá frásøgumanninum og annarhvør um prestahjúnini, men í kapitlinum ”Summar” glí›a frásagnirnar fyri fyrstu fer› inn yvir hvørja a›ra. Solei›is at fer›in hjá prestakonuni Marie til Sandoynna ver›ur vovin saman vi› eini fer› hjá teimum trimum brø›runum ímillum oyggja. Aftrat hesum koma brot úr Su›uramerika, úr stø›um har einki hav sæst. Og omaná alt hetta frásagnir frá Conquistador-tí›ini og sagnir um amazonur. Stutt seinni ver›ur samanbur›ur gjørdur ímillum uppreistur í Su›uramerika og fólkaatkvø›una í Føroyum, og hóast uppreisturin sunnanfyri ver›ur bardur ni›ur vi› har›ari hond, íme›an danir bara senda fleiri pengar til Føroya, so ver›ur danska ríki› guilty by association. Ta› ver›ur (næstan) sagt, at danskarar eru akkurát líka ringir, sum yvirgangskropparnir í fremmandum londum. Sum The Spanish Inquisition hjá Monty Python brúka teir bara bleytar koddar í sta›in fyri oy›andi vápn. Annars er eingin munur!
Uttanlanda
Tey fyrstu árini heima, har pápin roynir at finna sær arbei›i, sum passar til útbúgvingina, eru einki serlig. Hvat bústa›i vi›víkur rekast tey her og har, og eitt skifti› búgva tey í Klaksvík, me›an pápin roynir at gera fiskakøku fyri tann stóra rei›aran. Tann danska mamman trívist ikki stórvegis, hon hev›i droymt um dyggar uttanlandafer›ir og at havt mi›stø› í Rom. Pápin er um somu tí› vónsvikin um landi›, sum kortini ikki vildi vera land, og endin er, at hann tekur av tilbo›i at fara til Su›uramerika. Ávegis ste›ga tey í Rom, har bæ›i pápin og mamman skifta ham. Pápin má úr sínum vanligu gerandisklæ›um og í klædning, og mamman fær aftur hita í sálina.
Solei›is heldur ta› eisini fram í Su›uramerika, har hetta tølandi paradoksið hjá pápanum verður endurgivið: ”mangt er til, sum ikki er til” (s.239). Men skjótt seta Betty Manriquez og stóribeiggin fót fyri uppihaldinum hjá teimum trimum brø›runum, og teir ver›a sendir á kostskúla í landinum hjá mammuni. Og enn einafer› eru teir uttan fyri felagsskapin. At síggja til er tað teirra lagna, at teir ongantíð skulu hoyra til.
Uppímillum hesa frásøgnina hoyrir lesarin meira um Marie og Jørgen, sum minni enn so altí› eru samd. Marie, sum í Keypmannahavn hevur gingi› til fyrilestrar hjá tí stóra professaranum (Georg Brandes), vil hjálpa fátækrafólki, íme›an Jørgen sum embætismaður heldur seg at tí frægara slagnum. Aftrat hesum verður sagt frá teimum fyrstu árunum, tá i› frásøgumaðurin er li›ugur at lesa, og húski› flytir heim at búgva, tí hann skal starvast sum arkitektur hjá kommununi. Uppímillum fáa vit eisini ta lívligu donsku ommuna avmyndaða, og hana kenna vit aftur úr savninum ”Av longum leiðum” (1982).
Ófjálgar avgerðir
Sum tað kanska er vorðið greitt, er ”Í havsins hjarta” ein samantvinnað skaldsøga, har tú viðhvørt flytir teg úr Føroyum um Danmark til Suðuramerika og aftur í fáum setningum. Í hesum minnir bókin um ”Undir suðurstjørnum”, og frásøgnin er sterkast, tá ið hon sum henda bók, tekur støðið í egnum upplivingum og gjøgnum hesar roynir at lýsa, hvussu leikur er farin fram í Føroyum og aðrastaðni við. ”Dalurin fagri” var merkt av, at frásøgnin mangan fór sendandi út eftir tangentum, har høvundurin ímyndaði sær hetta og hatta, men uttan at tað veruliga bar við lesaran. Tað er ikki nógv av tílíkum tangentum í hesi skaldsøgu, hóast teir koma fyri, men í staðin tyngist bókin av kapitlunum um Marie og Jørgen. Donsku prestahjúnini er partur av tí stóru skaldsøguætlanini, men tey fáa ongantíð veruligt lív, og eftir mínum tykki, hevði skaldsøgan staðið sterkari fyriuttan hendan part.
Frásagnir frá starvinum sum býararkitektur eru framúr. Hvussu hann má taka lítið dámdar avgerðir, og hvussu hann viðhvørt fær tær aftur í gráum (speiskum) kálvsskinni. Ein ung kvinna arbeiðir á eini teknistovu og fortelur frásøgumanninum, at foreldrini einaferð vóru rík, men mistu alt. Mamman og hon kláraðu seg so við at selja pylsur á Vaglinum. Men býararkitekurin kravdi pylsuvognarnar burtur. Á eini veitslu á teknistovuni rópar kvinnan á mammuna: ”Tú mást heilsa upp á henda mannin, mamma. Tað er eingin annar enn hann, sum tók vognin frá okkum” (s.393). Í tílikum smáum myndum, har frásøgumaðurin verður lýstur í ikki fullkomiliga fjálgum samanhangi, er bókin meistaralig.
Fjallaprædikan
Seinasta kapitlið sigur frá gonguni hjá tjóðveldisfólki niðan á Slættaratind, har tað skal haldast fólkafundur. Fólk tora nógv meira nú á døgum, áður hava tey gingið í mjørka, men nú fara tey niðan á hægstu tindar at síggja ljósið. Lýsingin er ikki sørt patetisk, og lesarin kennir tað næstan, sum hann er ávegis á ein vekingarfund, har eitthvørt umboð fyri frelsaran skal tala. Seinastu reglurnar í bókini eru: ”Vit eru saman. So leingi hevur okkum longst, so leingi hava vit vónað og bíðað. Nú er løtan komin. Vit taka við. Umsíðir koma vit heim. Hesaferð verður tað” (s.517).
Eftir mínum tykki pyntar tann religiøsi tónin ikki, men fyri høvundin er sjálvstýrismálið greidliga tann avgerandi tilveruspurningurin, sum alt annað melur uttan um. Fyri hendan lesaran eru tað lýsingarnar av øllum hinum, sum bera bókina.