Thit Jensen: Tann emanciperaða valkyrjan

Altjóða kvinnudagur: Í dag tann 8. mars er internationalur kvinnudagur – og um góðar tveir mánaðir eru 60 ár liðin, síðani stálsetta stríðskvinnan THIT JENSEN doyði, so tað er vert at minnast henda órædda, men provokerandi pionerin í européiskum kvinnupolitikki

Í dag tann 8. mars er internationalur kvinnudagur – og um góðar tveir mánaðir eru 60 ár liðin, síðani stálsetta stríðskvinnan THIT JENSEN doyði, so tað er vert at minnast henda órædda, men provokerandi pionerin í européiskum kvinnupolitikki

 

Virgar Dalsgaard skrivar:

 

Tann 19. januar í 1876 var tann legendariski feministurin og tað kenda danska skaldið, Maria Kirstine Dorothea JENSEN fødd í Farsø í Jyllandi. - Hon bleiv skjótt landskend undir navninum THIT JENSEN.

 

Thit vaks upp sum nummar fýra av tólv systkjum.

 

Ein av beiggjum hennara var tann trý ár eldri rithøvundurin og Nobelprístakarin JOHANNES V. JENSEN.

 

Í barnaheiminum hjá teimum var næstan aldrin friður og lítil avlopstíð til umsorgan ella eymleika, so Thit flýggjaði ofta burtur og út í einsemi, har hon fekst við at skriva og hugsa.

 

Pápi hennara var djóralækni, men hann trúði upp á reinkarnatión og hevði tí okkultar interessur. Tað rein nógv við Thit, og hóast hon í flestu førum var eitt rationelt fólk, svermaði hon alt lívið fyri spiritismu

 

Mamman var sterk, men ósentimental og beiskhugað av teimum mongu barnburðunum.

 

Hesa tíðina var ein løgin siður framvegis galdandi í Jyllandi fyri kvinnur, sum akkurát høvdu átt.

 

Barsilskvinnur noyddust at standa uttan fyri kirkjudyrnar, líka til tað passaði presti at koma uttar og bjóða teimum inn um kirkjugátt, tí tað segðist, at tær skuldu vera "óreinar" av føðslinum og máttu tí bíða, til prestur "forbarmaði" seg yvir tær.

 

Maria Kirstina var mamma Thit, og hóast hon bæði var smáborgarlig og kirkjutrúgv, bleiv hon tann fyrsta danska kvinnan, sum noktaði at akta henda barbariska siðin.

 

Thit tókti synd í mammu sínari, men viðurskiftini millum møðgurnar vóru kortini ofta ógvuliga problematisk.

 

Tann desperata lagnan hjá mammuni ávirkaði Thit rættiliga nógv, og tað fekk hana at stríðast fyri tí "sjálvbodna móðurskapinum" alla sína tilveru. Hon agiteraði fyri præventión og vildi hava, at kvinnur sjálvar skuldu avgera, NÆR og HVUSSU NÓGV børn, tær skuldu eiga.

 

Mamman var konservativ, og henni dámdi hvørki teir frílyntu tankarnar ella tær littereru royndirnar hjá dóttrini, sum hon kallaði fyri "skrivi-nykkur", og Thit mátti tí ofta krógva bæði blýant og pappír í styvlunum. - Hon var við at kódna av, at foreldrini forvæntaðu, at hon bleiv við at vera arbeiðskona og dadda fyri síni yngru systkin.

 

Árið 1900 flytti Thit til Kjøpinhavnar, har hon búði og livdi ógvuliga spartanskt av fyrifallandi arbeiðskonustørvum, men hon var autodidaktur og las alskyns bókmentir í síni avlopstíð; - hon luttók eisini dúgliga í tí pulserandi mentarlívi, sum beiggi hennara, Johannes V. var ein partur av.

 

Eldri beiggin og hon vóru upprunaliga sera góð systkin og hittust javnliga í Kjøpinhavn, men eftirhondini kom tvídráttur teirra millum, bæði um skriving og politikk, so tey blivu næstan óvinir fyri lívstíð - summi halda, at tey vóru litterérir rivalar.

 

Í 1903 fekk hon sína fyrstu roman útgivna. Bókin æt "To søstre" og seldi so mikið væl, at hon fekk bøtt munandi um síni livikor í høvuðsstaðnum. Eftir hetta kom ein hópur av bókum, fyrst kvinnupolitiskar og seinni søguligar bøkur, har sterkar kvinnulagnur vóru lýstar sera hegnisliga, um enn rættiliga fabulerandi og fantasifult.

 

Bøkur hennara vóru so væl fagnaðar, at hon kom á ta donsku fíggjarlógina fyri síni litteréru avrik.

 

Hon er eingin Ibsensk borgarlig "Nora", sum flýggjar frá gerandisdegnum. - Sjálvt um hon ynskir arbeiði og útbúgving til kvinnur, vil hon EISINI hava móðurskap og kærleika sum í einum klassiskum hjúnarbandi.

 

Hetta førdi við sær, at hon var ofta ósamd við tær radikalu kvinnurnar í feminismu-rørsluni.

 

Hon lýsir javnliga hetta klassiska dilemma, men heldur, at tað kann loysast rationelt av báðum pørtum í hvørjum einstøkum parlagi.

 

Hon var ein av stovnarunum av "Dansk Husmoderforening", sum var í andstøðu til ta -feministisku "Dansk Kvindesags-forening".

 

Í 1912 bleiv hon gift við Gustav Fenger, sum var listarmálari. Hjúnarbandið bleiv upployst longu 1918, tá ið tey skildust við lógardómi. -

 

Fenger sveik Thit við hennara allarbestu vinkonu.

 

Tað var eitt herviligt bakkast fyri Thit, sum av autoterapeutiskum grundum skrivaði ta beisku bókina: "Den erotiske hamster" (1919) um sítt kollsiglda parlag, og tann misantropiski boðskapurin í bókini er ógvuliga týðuligur til allar danskar kvinnur: "Hav aldrig NÆRE veninder"!

 

Hetta hvassa álop á kvinnukynið ("Kvinde er kvinde værst"!) var eitt sindur paradoksalt, eftirsum hon inntil tá oftast hevði givið monnum skyldina fyri órættin!

 

Thit Jensen var sera jarðbundin og avgjørt ikki naiv í síni uppfatan av lívsins realitetum. Hon verður orðarætt citerað:

 

"Vi gør allesammen foragtelige ting for at leve - FOR DET KOSTER AT LEVE – ikke penge alene – hver dags liv koster en sum af ens sjæl...".

 

Hon bleiv ein landskendur, kontroversiellur og næstan kompro-misleysur debattørur fyri kvinnurættindi og emancipatión.

 

Hetta skapti henni grundarlag fyri og høvi til at ferðast um alt landið til fyrilestrar, bæði í samkomuhúsum, fyrilestrarhølum og á hotellum.

 

Hennara aðaltema vóru "Sjálvboðið móðurskap" og "Javnrættindi millum kynini".

 

Hon firnaðist ikki andglettin

Eftir hesar fyrilestrar vóru ofta debatt-fundir, og tað gekk sjáldan stillisliga fyri seg.

 

Hon var langt síðani blivið eitt yndisoffur fyri skemtibløð og argandi journalistar, men tað legði hon einki í, tí tað var við beráddum huga, at hon førdi seg fram sum ein sjónskur originalur.

 

Tað gav henni journalistiskt rásarúm og gratis umrøðu. Fólk tyrptust og trokaðust til hennara fyrilestrar.

 

Hon var vøkur sum ung, men hon var so lág, at tað knípti henni at røkka upp um røðarapallin nógvastaðni. Men hon kompenseraði viðhvørt við at standa uppi á fleiri bókum, og teir eyðkendu kjólarnir hjá henni vóru so flákrandi, stórir og litfagrir, at eingin kundi loypa hana um.

 

Tann konservativi parturin av borgaraskapinum beinleiðis hataði hana, og tað vóru ørgrynni av mætum fólki, sum kravdu, at hon bleiv strikað av fíggjarlógini. Men hesar royndir blivu endaliga steðgaðar í 1929 av Tí danska Rithøvundafelagnum og statsministaranum Thorvald Stauning, sum legði dent á, at Thit hevði fingið sín heiður fyri sítt litteréra arbeiði og IKKI fyri sínar provokerandi meiningar.

 

Tað vóru annars mætar danskar prestafrúur, sum settu stórar lýsingar í bløðini, har tær ávaraðu fólki móti at fara til fyrilestrar hjá Thit JENSEN. - Tær hildu, at kvinnur kundu risikera teirra sálarfrelsu við at lurta eftir Thit.

 

Eftir fundirnar mátti Thit ofta fáa hjálp móti háðan, skemdarorðum, steinkasti og øðrum yivrgangi. Hon fortaldi seinni sjálv um, hvussu hon ofta mátti krógva seg aftan fyri eina avís í tokunum, tí fólk úti á gongini peikaðu, gálvaðu, spýttu eftir og flentu at henni.

 

Tað hendi eisini, at hon ikki fekk innivist á onkrum donskum provins-hotelli, tí fleiri gestir hóttu við at rýma, um Thit slapp at gista har.

 

Thit kundi vera ógvuliga undirhaldandi á einum røðarapalli. Hon var skjót við hvøssum aftursvarum. Tað sigst, at hon á einum fundi møtti einum uppøstum mannligum áhoyrara, sum helt fyri, at "hvis hann hevði verið giftur við einum konufólki, sum Thit, so hevði hann givið henni gift. Thit repliceraði beinanvegin, at hvis hon hevði verið gift við einum manni sum honum, so hevði hon avgjørt tikið giftina!´

 

Av hennara mongu bókum kunnu nevnast:

 

"Gerd" (1918) og "Aphrodite fra Fuur" ( 1925) um eitt fiktivt danskt matriarkat á tí idyllisku oynni Fur, sum liggur miðskeiðis í Limfjørðinum. Oyggin Fur er lítil (ca. tvær ferdir sum Nólsoyggin), men fær kortini vitjan av meiri enn 1/4 million turistum um árið. Skrivingin um matriarkatið hevur gjørt oynna viðgitna í øllum Norðanlondum.

 

Í 1931 kom renaissancu-skaldsøgan "Af blod er du kommet" um stríðið millum tvær maktríkar aðalsættir í Himmerlandi, hadani hon sjálv var ættad.

 

Endiliga kom stórverkið "Stygge Krumpen" í 1936. - Stygge Krumpen var tann síðsti katólski biskuppurin í Norðurjyllandi, men hann livdi avgjørt ikki eftir katólskum normum. Hann var eitt maktmenniskja og legði nógva jørð og lunnindi undir seg. Harafurat breyt hann cølibatið við, at hann hevði eitt ótal av sonevndum "samsovandi" kvinnum hjá sær, m.a. eina mæta aðalskvinnu. Hann hevði fingið ringt orð á seg um alt landið, - allarhelst bleiv hann gjørdur verri enn hann var.

 

Man veit, ið hvussu so er, at hann royndi at reformera ta katólsku kirkjuna innanífrá, áðrenn Martin Luther, so allarhelst hevur samtídin ikki givið rætta mynd av honum.

 

Thit Jensen lýsir hann meira fjøllbroytt og rættiliga nógv øðrvísi enn søgnin. Hon ger hann nærmast til eitt "offur", sum roynir at frígera ella emancipera bæði kvinnur og menn.

 

Tað útskeldaða konubrotið Thit Jensen bleiv annars so mikið gomul, at hon næstan náddi at gerast donsk fólkaogn, ikki minst tí, at ein fjøld av teimum yngru ættarliðunum tóku undir við hennara sjónarmiðum um præventión og politiska emancipatión.

 

Í 1940 beiv hon heiðurslimur av Tí danska Rithøvundafelagnum. Í 1946 bleiv hon heiðurslimur av "Dansk husmoderforening".

 

Í 1949 fekk hon Tað kongaligu Medaljuna av gulli. Í 1954 fekk hon Danne-brogs-ordan, og tá ið hon stutt áðrenn hon doyði, tosaði í "Den danske Studenterforening" mátti man útkommandera sterkar politi-manningar fyri at regulera ta kaotisku ferðsluna í tí centrala Kjøpinhavn.

 

Tann sterka jútska kvinnan doyði sum integreraður og naturaliseraður stór-kjøpinhavnari í Bagsværd í mai mánaði 1957. Eg minnist væl tað summarið, og tað var ógvuliga týðuligt, at THITJENSEN framvegis var ein sera kontroversiellur og provokerandi persónur fyri ættarliðið hjá mínum foreldrum. Tey flestu av teimum tilkomnu høvdu ógvuliga sterk sjónarmið um valkyrjuna, - meiningarnar vóru bæði pro og contra!

 

So tað eydnaðist henni at blíva standandi í andglettinum, og tí hugfangaði hon langt eftir, at hon slóknaði. Thit var heilt unik - hon hevði avgjørt ikki sín líka!