Skjótt fara Gríma at framføra stóra leikin hjá norska høvundanum Ludvig Holberg. Leikurin er sera skemtiligur, men mitt í skemtinum er eisini stórur álvari. Erasmus er nýútbúgvin akademikari, sum vendir heim til bygdina, har hann trívist illani, og bygdafólki somuleiðis við honum, tí hann er ein ótrúliga arrogantur persónur. Venda vit okkum til Erasmus Montanus, so umboðar hann umframt, at hann er arrogantur, eisini vitan, upplýsing og modernaða vísund, meðan bygdarfólkið við Per Degn á odda, vilja fáa hann at tiga. Hesin umboðar ikki sannleikan, men svarta óvitan og dogmatismu, ið m.a. fær tey at halda at jørðin er fløt. Leikur er tí settur til talv millum svart og hvitt, fáfongd ella vitan. Og tað eru nógv perspektivir at draga fram, sum hava relevans í Føroyum í dag.
Sjálvandi er tað okkurt um tað, at betur er bøtandi hond enn spillandi tunga, og at tað ikki altíð loysir seg hjá lesandi og hugsandi fólki at sorla alt fyri síni slóð, men hvar er markið ímillum reina tøgnmentan og atfinningarsemi? Ringt er eisini hjá teim, ið vita, at koma fram við nýggjum tonkum, tí "valdið" (ið eisini kann liggja hjá fólksligheitini) er áhugað í at varðveita valdsjavnvágina, meðan partar av ungdóminum serliga lesandi ella ung nýútbúgvin, ið vónandi umboða framburð, hótta hesa javnvág við endurnýggjan.
Svabo ein føroyskur Erasmus Montanus
Vit kenna í føroyskum bókmentunum, ungar spelknar heimvendar útisetar, so sum Andreas Heyde úr skaldsøguni Barbara, ið onkur meinar bygdi á Svabo, men kanska veruliga meiri var Nicolai Mohr. Bæði Mohr og Svabo búðu á Regensen, men peningurin var ikki nógvur, so teir noyddust at gevast við at lesa. Eg haldi t.d. at hvørki Svabo ella Nicolai Mohr vóru Erasmusi Montanus líkir, í tí negativu merkingini, meiri virkaði Svabo í djúpari armóð fyri at fáa Føroyafrágreiðingina útgivna, ið tó ongantíð útkom meðan hann livdi. Sum eg síggi Svabo, so var hann positiva ímyndin av einum føroyskum lesandi, ið møtti stórari mótgongd í Føroyum, m.a. frá løgmanninum Johan Hendrik Weyhe, ið ikki helt um hugskotini hjá Svabo, m.a. fyri at betra um føroyska jarðarbrúkið.
Svabo virkaði í somu ond sum Holberg sjálvur, ið fekst við nógv ymisk fag, og royndi seg sum alfrøðingur (polyhistor). Svabo helt fyri, sum Lukas Debes á sinni, at føroyingar eru ótrúligani konservativir, og hanga seg fastar í gomlum siðum.
Jørðin er ikki fløt
"?jeg og min Hustru ere begge skikkelige og gudfrygtige Folk, som heller vrider Halsen om paa vor Datter, end giver hende til En, der siger at Jorden er rund og fører falsk Lærdom her ind i Byen"
Jesper Ridefoged frá leikinum Erasmus Montanus, ið ber boð frá foreldrunum hjá unnustini hjá Erasmusi.
"?Erasmus var de nye Tankers Martyr for Omgivelsernes Stupiditet."
Carl Roos, 1922.
Í leikinum hjá Holberg, noyðis Erasmus Montanus at enda játta, at jørðin er fløt, og biða um fyrigeving fyri at hann hevur rætt, her liggur tað tragiska, at hann á henda hátt er ein pínslaváttur fyri nýggju vitanina og at enda eitt offur fyri fjøldini. Hetta kenna vit dømi um í Føroyum, at nýggj hugrensl doyggja, og fólk tørna, sum m.a. Karsten Hoydal helt fyri, at tað var mangur maður frægari enn hann sum var tødnaður í Føroyum. Hevði Holberg livað í dag, so hevði hann funnist at bæði hesum og hasum, m.a. at akademikarar vilja berjast fyri at verja status quo, fyri ein og hvønn prís, sjálvt um sjálvt hjartað í einum og hvørjum samfelag er ein opin kjakmentan.
Holberg og feudala einaræði
"Søguliga sæð var Holberg reaktionerur, og tey søguligu reaktioneru drøg i skaldskapinum gjørdust týðuligari sum árini gingu, og nýggja handilskapitalisman gjørdist sterkari, og á henda hátt komu at hótta hansara virkna embætisborgarliga heim."
Johan Fjord Jensen, danskur bókmentafrøðingur
Kendi danski rithøvundin Ebbe Kløvedal Reich segði herfyri í nýggjari bók um norska høvundan Ludvig Holberg (1684-1754), at hann var ein einsamallur maður í samtíðini, ein veldigur rationalistiskur alfrøðingur, ella polyhistor sum tað eisini eitur, ið skrivaði um alt frá fíggjarfrøði til løgfrøði og heimspeki. Holberg var ein ótrúliga áhugaverdur akademikari og høvundi, sum í dag mest er kendur fyri at skriva kendar sjónleikir sum Jeppe på bjerget, Erasmus Montanus og skaldsøgur sum Niels Klim. Men Ebbe Kløvedal Reich gloymdi ongantíð at siga, at Holberg, um vit skulu leiða hann fram til dagin í dag, var bæði mentanarkonservativur og hevði sera afturhaldssinnaði virði sum heild. Holberg trúði m.a. gløðani uppá upplýsta einaveldi í Danmark, tað er tí at fólk sum Jeppe på Bjerget skulu halda seg til at vera tað hann er, ein vesalur bóndi. Allir tankar um sosialan "mobilitet" eru bæði ræðandi og fremmandir fyri aðalsmannin Holberg. Sjálvur var hann múgvandi maður í Danmark, og fekk at enda barón titul fyri at tæna reaktionera feudala kongavaldinum. Við hesum í mentu er tað áhugavert at hugsa sær til hvussu vit ofta í dag síggja eina skeiva tulking úr 18 aldar donskum/norskum sjónleiksskaldskapi, púrasta tikin úr einum og hvørjum konteksti. Í hesi tulking er tað Erasmus, ið er hin tápuligi akademikarin, ið við sínum hálvu syllogismum, ger móðurina til ein stein. Fyri tað um Erasmus hevur sínar feilir er bygdafólkið hvørki upplýst ella tey sum bera nakað slag av vitan.
Heimføðisskapur
"Hetta er hitt stórsta listaverkið í bókaheimið okkara (?) Hesin er hin djúpasta av Holbergsa sjónleikum. I hesum sjónleikinum er hann mest originalur".
Georg Brandes um leikin Erasmus Montanus.
Tað sum Holberg vildi siga við Rasmus Berg ella Erasmus Montanus, var umframt at hann hevði sínar lótir, eisini umboði upplýsing og vitan. Holberg vildi ikki siga, at Per Degn og tey í heimbygdini høvdu rætt. Erasmus var ein droymari og ein uppreistrarmaður, men tað er bert hann í heimbygdini, ið m.a. veit, at heimurin er ikki ein flata, men er rundur. Tað er hetta sum fær eksistentialistiska danska heimspekingin Søren Kierkegaard til at siga, at tað er Erasmus, ið hevur rætt, og at hann kúgaður av fjøldini.
Ein annar intellektuellur høvundi, Henrik Stangerup, gjørdi ein film um Erasmus, har Erasmus var ein ungdómsuppreistrarmaður, ein stríðsmaður í móti óvitan í Suður Amerika. Øll rørslan, ið vit í dag kalla ungdómsuppreisturin, ella 68´arnir sóu Erasmus sum eitt tragiskt offur fyri einari reaktionerari tíð, og har aftur at Holberg sum, bæði ein gløggan høvund, men eisini ein ið vildi skerja ræsurnar hjá tí einstaka, við sínum æviga: "flúgv ikki hægri enn veingirnar kunnu bera" morali, ella moralismu. Neyðugt er eisini, at vit ikki gloyma at Holberg livdi í eini tíð tá ein kundi verða vístur av landinum ella hálshøgdur um ein segði tað minsta, ið ikki hóvaði kongavaldinum, hetta gjørdi sjálvandi at Holberg var avmarkaður í sínum evnisvali.
Deknalyndi
"Jeg veed Ingen som skriger stærkere end Æsle og Landsbydegne"
Erasmus Montanus til Per Degn
Tað er júst hetta deknalyndi, ið eg síggi runt Føroya land, har man blakar mykju eftir einum og hvørjum, ið hugsar sjálvur og setur spurningar við status quo í føroyska samfelaginum í dag. Tað var júst hetta, ið leikstjórin Eyðun Johannesen helt fyri í eini sjónvarpssamrøðu í 90inum, har hann tók harligani til orðana móti tí hann kallaði "deknakendum skúlalærarum" har hann sipaði til hetta prætikandi og moraliserandi, og henda formyndaratóna sum, hann sá allarstaðir í Føroysku mentanini.
Leikurin er um tey intellektuellu
Leikurin Erasmus Montanus fær okkum at hugsa og at royna at taka støðu. Tað er hetta sum fær eksistentialistiska danska heimspekingin Søren Kierkegaard til at siga, at tað er Erasmus, ið hevur rætt, og at hann kúgaður av fjøldini. Leikurin fekk stóra danska intellektuella bókmentafrøðingin Georg Brandes, at Erasmus Montanus er hitt stórsta listaverkið í bókaheimið okkara og at í hesum sjón-leikinum er hann mest originalur.
Sum eg síggi leikin, snýr hann seg um bardagan millum vitan og óvitan, um munin millum at góðtaka kendar og fyriskipaðar sannleikar og at bróta upp úr nýggjum. At boða nýggjar tankar er mangan leikluturin hjá lærdum og intellektuellum, ið oftani møtir einum murið av misálitið, misskiljingum ella av tøgn í Føroyum í dag. Palestinentiski bókmentafrøðingurin Edward Said, professari á Columbia University i New York, segði at hin intellektuelli má tora at berjast fyri at skapa eitt mál, ið tosar valdinum ímóti og má tora at loypa út í tjak um t.d. innilokaða nationalismu, og at nøkur fáa vald at áseta sannleikan í einum samfelag. Tað tykist vera tað øvugta, ið mong vilja verja í Føroyum í dag.
Men enn eru ótrúliga nógvar dogmur í Føroyum og eins tápuligar fatanir av alheiminum av lívinum á jørð, ið vera lisnar við naivum og djúpt funda-mentalistiskum sunnudagsskúlakristindómi. Fyri at byrja við byrjanini so er søgan um Adam og Evu ein mýta. At trúgva hesi søgu er sum at siga at jørðin er fløt. Menniskja er sum allar aðrar verur ein partur av lívrunnu menningini á jørð. Søgan um Arkina hjá Nóa er sjálvandi eisini ein myta, og ein av teim betru. Alt tað vakra menniskja hevur lært um jørðina og um lívið á jørð innan náttúruvísindi verður kveistrað til viks við einari gamlari (redigeraðari) antologi av religiøsum tekstum og mytum (arabar og alt slag av t.d. talibanum og muslimskum prestastýri gera sjálvandi tað sama). Øll vísindi um søguna hjá djórum og verum (og djórum sum okkum), ið livdu á jørð áðrenn okkum er enn ikki pláss fyri í stórum stovnum sum í tí stóra middelmádiga deknakenda Føroyska Fólkaskúlanum.
Tað er spennandi at Gríma við Eyðuni Johannesen sum leikstjóra fara at framføra stóra leikin hjá Holberg, ið er so ævigani nýggjur og sum eitt lot av kjaki og ferskum tonkum. Vit vita at jørðin ikki er fløt, men hetta tvíhildu fólk um í øldir og brendu vísundafólk á báli fyri at siga at jørðin er rund og at sólin og ikki jørðin er miðan í okkara sólarskipan. Hetta er líka so innlýsandi í dag sum ravmagn og uppvaskimaskinur eru tað. Hetta er so alneyðugt í Føroyum, har heimføðisskapurin mangan tikist vera hin størsta vísundin.