minsta lagi skuldu givið einar 7 miljónir (kW) kilowatt tímar um árið, og havandi í huga, at nýtslan í einum vanligum húsarhaldi liggur um 5.000 (kW) kilowatt tímar, svarar orkuframleiðslan hjá nýggju [...] Vindmyllur Henning Jacobsen, verkfrøðingur hjá SEV, væntar, at gongur alt sum ætlað, standa myllurnar uppi um einar 14 dagar ella so. Hann sigur, at hesar tríggjar vindmyllurnar hava eitt veingjabreiði, sum er [...] hvør, meðan verandi mylla í Nes haga er 150 kW. 18 milj. krónur Spurdur, hvussu stór íløgan er ? og um hetta er ein góð íløga hjá SEV, sigur Henning: - Verandi mylla í Nes haga, sum hevur staðið upp í eini
Runavík. Í NSÍ iðraðu teir seg um, at teir í evstu løtu mistu eitt stig í Gundadali ímóti HB. Í báðum førunum, tá ið HB fekk mál, sveik okkurt, sum tað vóru klokkuklárar avtalur um, siga teir í Runavík, sum [...] var TB á Skála. Har løgdu teir rygg til trivaligt tap, og tað var beinanvegin at spádomar hoyrdust um kanónføði í bestu deildini. Síðsta sunnudag vitjaðu silvurvinnararnir í B36 á Sevmýri. Tá endaði tað [...] vóru nøgdir við, at tað eftir stórtapið á Skála eydnaðist at halda tætt í verjuni, men teir harmast um, at tað ikki eydnaðist at fáa mál burtur úr onkrum av nógvu málmøguleikunum, sum teir høvdu. Í B36
Talv Umframt serliga spenningin um, hvør vinnur FM-heitini, er somuleiðis sera stórur spenningur um, hvør vinnur sær luttøkurætt til Norðurlendska meistaraheitið í talvi sum verður í Íslandi í februar [...] Føroyar 10 teirra bestu telvarar til NM. Føroyar hava luttikið í NM fyri ung í nógv ár, men hetta er 5. árið uppí slag, at Føroyar luttekur við fullari manning og sum kunnugt hepnaðist Helga Dam Ziska á fyrsta [...] og 8 teir stinnastu telvararnir í hvørjum aldursbólki luttaka í finaluni. Undankappingarnar bera boð um eina óvanliga spennandi FM finalu og FM/NM stríðið sýnist víðopið í flestu aldursbólkunum. Hóast 16
gongur skjótt upp og niður í kvinnufótbóltinum. Tað hava tað verið so nógv dømi um, og fyribils kappingarskipanin fyri komandi árið undirstrikar, at tað vendir skjótt hvønn vegin. Í fjør vunnu B68 kvinnurnar [...] gjørd millum B68 og GÍ um, at hesi bæði feløgini í felag skulu manna lið í bestu kvinnudeildini. Hvussu tað verður við venjing og dystum skilja vit á lagnum valdast eitt sindur um, hvussu áhugin og undirtøkan [...] fyrstu atløgu er ætlanin at venja aðru hvørja viku á Toftum og aðru hvørja viku í Gøtu og at skiftast um at spæla heimadystirnar á Svangaskarði og í Sarpigerði. Gongdin hjá B68 og GÍ vísir, at kvinnufótbólturin
ákærdu hann fyri njósning. Árið eftir kom hann fyri ein serligan trygdardómstól, sum dømdi hann 15 ára fongsul. Herfyri ljóðaði, at egyptar vóru sinnaðir at lata Azzam Azzam leysan, um ísraelsku myndugleikarnir [...] sum hava sitið í fongsli í Ísrael, eftir at teir høvdu sníkt seg um markið. Ísraelsmenn vildu vera við, at studentarnir høvdu ætlanir um at ræna ísraelskar hermenn, men sjálvir hava menninir greitt frá [...] Egyptaland tók sín sendiharra úr Ísrael fyri fýra árum síðani. Í seinastuni hava tekin kortini verið um linna ímillum tey bæði londini.
tilboði um tryggar íløgur, soleiðis at teir nú eisini kunnu bjóða somu vøru, sum Kaupthing hevur havt í fleiri ár, og sum Sparikassin eisini kom við í farnu viku. Hjá Føroya Banka er talan tó um íløgur [...] Tilsamans kann íløgan geva 150 prosent í rentu. Lánsbrævið gevur í minsta lagi 1 prosent í rentu um árið. Vinningur er sostatt tryggjaður við íløguni, verður staðfest í tíðndaskrivinum frá Føroya Banka [...] hesar í møguligum vinningi, hóast vinningurin er skattskyldugur. Hendan trupulleikan sleppa fólk undan, um tey keypa partabrøv í Kapitalpleje A/S, tí tað er felagið, sum tekur lán til íløgur, og ikki íleggjarar
íslendingin Finn Hansson um samstarv komandi ár. Finnur kemur til Føroya í august, og so fer hann at venja saman við hinum hoyvíkingunum. Sverri Jacobsen er venjari, og eingin ivi er um, at teir í H71 miðja [...] týdningarmikið, tá felagið hevur tveir av bestu skjúttunum í landinum. Her verður hugsað um Hallger Dahl Olsen og um Bjarna Wardum, sum fyrr í summar gjørdi av, at hann komandi ár skal skifta barndómsfelagið [...] agið Kyndil út við H71. Finnur Hansson er ikki ókendur í Hoyvík. Hann spældi við H71 í 1997. Árið eftir fór hann til Neistan, og var ein av høvuðsstuðlunum, tá Neistamenn spældu seg til FM heitið. Síðani
smæðin, at hann ikki hevur vónir um at sleppa á vøllin leygardagin. - Tað vóni eg sjálvandi. Tað er jú tí, at eg eri komin niður. Hinvegin er tað ikki tann stóra katastrofan, um eg ikki sleppi við. Hetta er [...] Landsdystur Tað er ikki sørt, at árið, 2001, hevur verið minniríkt hjá Klæminti Matras. Hann hevur í ár veruliga fingið sítt gjøgnumbrot í føroyskum 1. deildarfótbólti, hevur vunnið bæði lands- og ste [...] kenslu, áðrenn liðið varð úttikið. Alt hevur jú gingið so væl, so hví ikki. Vónar at sleppa inn Spurdur, um Allan Simonsen ella Jógvan Martin Olsen kanska høvdu givið til kennar, at miðvallarin fór at verða
snýr seg sjálvandi framvegis um fótbóltin, har felagsliðið í oynni longu hevur tryggjað sær uppflytingina. Í hesum døgum er tað tó ikki so nógv stigatalvan, sum tosið snýr seg um. Heldur eru tað tey, sum bera [...] bera ótta fyri, at vágamenn skulu fáa alt ov nógv mál, tí soleiðis sum árið hevur háttað sær, hevur tað verið ein dýr uppliving hjá teimum, sum teknaðu málpartabrøv undan kappingarárinum. Í so máta sluppu [...] B36, sum undan dystinum var á næst fremsta sessinum. Tað var kanska væntandi, at talan skuldi gerast um ein sera javnan dyst, men fyrst og fremst sýndi hetta, at tað er stórur munur á FS Vágum og so hinum
skal komandi árið royna seg í Coventry. Fyri bert fáum árum síðani var Coventry mest sum fastur partur av bestu ensku deildini, men eftir at teir fleiri ár á rað høvdu vunnið seg beint upp um niðurflyti [...] nú er venjari hjá Coventry, og hann dylir ikki fyri, at hann er fegin um at hava fingið hálva føroyingin í hópin. - Vit eru fegin um at hava fingið sáttmála við Claus. Hann er ein sera góður leikari við [...] støðinum. Og so hevur hann eisini nøs fyri, hvar málið stendur, so eg ivist ikki í, at hann fer at styrkja um liðið. Umframt Claus Bech Jørgensen hevur Coventry undan hesum árinum gjørt sáttmála við tríggjar