UPPTAKT
Í fyrsta umfarinum var TB á Skála. Har løgdu teir rygg til trivaligt tap, og tað var beinanvegin at spádomar hoyrdust um kanónføði í bestu deildini.
Síðsta sunnudag vitjaðu silvurvinnararnir í B36 á Sevmýri. Tá endaði tað málleyst. Tvørámenn vóru nøgdir við, at tað eftir stórtapið á Skála eydnaðist at halda tætt í verjuni, men teir harmast um, at tað ikki eydnaðist at fáa mál burtur úr onkrum av nógvu málmøguleikunum, sum teir høvdu.
Í B36 málinum var tað landsliðsmálverjin Jákup Mikkelsen, sum vardi fyri. Í morgin fara TB spælararnir at standa yvir fyri hinum landsliðsmálverjanum, Jens Martini Knudsen. Allir tvørámenninir, sum vóru við ímóti B36, eru tøkir undan avbjóðingini í Runavík.
Í NSÍ iðraðu teir seg um, at teir í evstu løtu mistu eitt stig í Gundadali ímóti HB. Í báðum førunum, tá ið HB fekk mál, sveik okkurt, sum tað vóru klokkuklárar avtalur um, siga teir í Runavík, sum kortini ikki eru misnøgdir við, at tað eftir tvær ferðir í høvuðsstaðnum eru trý stig á kontini.
Undan TB vitjanini eru allir NSÍ spælararnir klárir at spæla. Hóskvøldið vandu teir eina løtu í kavanum. Einasta lítla ivamálið var Sjúrður Jacobsen, sum fekk lítlan vøddaskaða ímóti HB og fyrrapartin av vikuni ikki hevur vant saman við hinum.
Tað hevur nógvu tey seinnu árini verið langt ímillum landskappingardystirnar millum NSÍ og TB. Í Runavík hevur NSÍ vunnið tvær tær seinastu ferðirnar, feløgini hava dystast - 5-1 í 2002 og 1-0 í 1998. Síðsti TB sigurin í Runavík er tíggju ára gamalur. Í 1995 vann TB 3-2 í Runavík ímóti NSÍ, sum flutti niður hetta árið.