FM-finalurnar verða leygardagin

Endabrakið í talvkappingini fyri børn og ung verður leygardagin í Argja Skúla. Kappingin er skipað í aldursbólkum og telvað verður um 5 FM-heiti. Og um luttøku í NM-kappingini

Talv

Umframt serliga spenningin um, hvør vinnur FM-heitini, er somuleiðis sera stórur spenningur um, hvør vinnur sær luttøkurætt til Norðurlendska meistaraheitið í talvi sum verður í Íslandi í februar mánað 2007. Nr. 1 og 2 í hvørjum aldursbólki luttaka. Kappingin er árliga hæddarpunktið hjá ungu telvarunum tí telvað verður eisini fyri møguleikanum - í ungum aldri - at sleppa uttanlands at telva ímóti javnaldrum úr hinum Norðurlondunum.
Tilsvarandi kappingar eru í hinum Norðurlondunum og senda hesi eins og Føroyar 10 teirra bestu telvarar til NM. Føroyar hava luttikið í NM fyri ung í nógv ár, men hetta er 5. árið uppí slag, at Føroyar luttekur við fullari manning og sum kunnugt hepnaðist Helga Dam Ziska á fyrsta sinni - í Finlandi í februar mánað 2006 - at vinna Føroyum NM gull í aldursbólkinum 14-16 ár.
Undankappingar hava verið í Vestmanna og Klaksvík og 8 teir stinnastu telvararnir í hvørjum aldursbólki luttaka í finaluni. Undankappingarnar bera boð um eina óvanliga spennandi FM finalu og FM/NM stríðið sýnist víðopið í flestu aldursbólkunum.
Hóast 16 ára gamli Helgi Dam Ziska hevur møguleika fyri, aftur í ár, at luttaka í U16 bólkinum, hevur hann valt at royna seg í U20 bólkinum. Hetta boðar frá hugaligum sjálvsáliti hjá stórtalentinum og Helgi er ivaleyst eisini stórfavorittur at vinna FM í hesum bólkinum. Samstundis opnar val hansara dyrnar upp fyri øðrum evnaríkum telvarum, sum harvið hava betri møguleika at kvalifisera seg til NM í U16-bólkinum. Serliga spennandi verður leygardagin, um Danmarksmeistarin frá 2006, Herborg Hansen, sum fyrsti kvinnuligi telvarin nakrantíð, megnar at kvalifisera seg til NM.