Eysturoyggin leggur saman

Silvurvinnararnir í B68 seta seg ikki førar fyri einsamallar at manna lið í bestu deildini

Tað gongur skjótt upp og niður í kvinnufótbóltinum. Tað hava tað verið so nógv dømi um, og fyribils kappingarskipanin fyri komandi árið undirstrikar, at tað vendir skjótt hvønn vegin.
Í fjør vunnu B68 kvinnurnar fyri fyrstu ferð silvurkrónur í landskappingini. Í ár eru tær ikki nóg nógvar einsamallar at manna lið í bestu deildini. Avtala er gjørd millum B68 og GÍ um, at hesi bæði feløgini í felag skulu manna lið í bestu kvinnudeildini.
Hvussu tað verður við venjing og dystum skilja vit á lagnum valdast eitt sindur um, hvussu áhugin og undirtøkan verður á Toftum og í Gøtu. Í fyrstu atløgu er ætlanin at venja aðru hvørja viku á Toftum og aðru hvørja viku í Gøtu og at skiftast um at spæla heimadystirnar á Svangaskarði og í Sarpigerði.
Gongdin hjá B68 og GÍ vísir, at kvinnufótbólturin í Eysturoy hevur so langt í frá somu støðu, sum mannfólkafótbólturin hevur tað. Umframt samansetta liðið av Toftum og úr Gøtu verður bara eitt lið úr Eysturoy í bestu deildini. Tað er EB/Streymur.
Samlaða talið av liðum í bestu kvinnudeildini verður átta. Umframt GÍ/B68 og EB/Streym verða hini liðini AB, B36, FS Vágar, HB, KÍ og Sumba.
Í fyrsta umfarinum, sum er sett at vera flaggdagin, verður spælt soleiðis: GÍ/B68?B36, FS Vágar?Sumba, AB?HB og KÍ?EB/Streymur. Síðsta umfarið er sett at vera 18. september. Tá verður spælt soleiðis: GÍ/B68?Sumba, FS Vágar?HB, AB?EB/Streymur og B36?KÍ.
Summarsteðgurin er ætlaður at vera frá 27. juni og inntil 15. august.