Finnur Hansson aftur í Hoyvík

Eftir at H71 fyrst hevði fingið fatur á tveimum av størstu skjúttunum í Føroyum, hava teir nú verið í Íslandi eftir einum væl kendum spælskipara

 

Tað hevur eitt skifti ligið á ljóði, og fyrrapartin fríggjadagin var tað endaliga greitt. H71 hevur gjørt avtalu við íslendingin Finn Hansson um samstarv komandi ár. Finnur kemur til Føroya í august, og so fer hann at venja saman við hinum hoyvíkingunum.

Sverri Jacobsen er venjari, og eingin ivi er um, at teir í H71 miðja høgt. Tað verður roknað við, at nýggja høllin í Hoyvík verður klár at taka í nýtslu undan ársskiftinum. Tað vil siga, at tað verður møguleiki hjá hoyvíkingum at spæla heimadystirnar í endaspælinum á sonnum heimavølli, har felagið í Hoyvík ivaleyst fer at kenna seg uppaftur meiri heima, enn teir hava gjørt í hinum hallunum.

Tað ber ikki til at siga annað, enn at hoyvíkingar hava brynjað seg so mikið væl út, at teir nú í summar mugu metast at fara at teljast millum mest spennandi liðini í hondbóltinum í vetur. Í Finni Hansson hava teir fingið ein sera góðan spælskipara. Tað er sera týdningarmikið, tá felagið hevur tveir av bestu skjúttunum í landinum. Her verður hugsað um Hallger Dahl Olsen og um Bjarna Wardum, sum fyrr í summar gjørdi av, at hann komandi ár skal skifta barndómsfelagið Kyndil út við H71.

Finnur Hansson er ikki ókendur í Hoyvík. Hann spældi við H71 í 1997. Árið eftir fór hann til Neistan, og var ein av høvuðsstuðlunum, tá Neistamenn spældu seg til FM heitið.

Síðani Finnur Hansson fór aftur til Íslands, hevur hann spælt við FH á Hafnafirði. Nú kemur hann aftur til Hoyvíkar, og spenningurin í Hoyvík er stórur, hvussu nýggja hondbóltsárið fer at hilnast hjá H71.