Hálvur føroyingur í Coventry

Fyrrverandi skotski landsliðsskiparin, Gary McAllister, sigur seg vera fegnan um, at hann hevur fingið málsókna miðvallaran við í hópin hjá sær

Fótbóltur

Hálvi føroyingurin, Claus Bech Jørgensen, sum hevur tey bæði seinastu árini hevur leikt við Bradford í næstbestu ensku deildini, skal komandi árið royna seg í Coventry.
Fyri bert fáum árum síðani var Coventry mest sum fastur partur av bestu ensku deildini, men eftir at teir fleiri ár á rað høvdu vunnið seg beint upp um niðurflytingarstrikuna, gekk tað at enda galið, og síðani hevur felagið roynt trupla leiklutin at umstilla seg til lívið í næstbestu deildini, har munandi minni peningur er at vinna.

Málsøkin
Serliga í seinastas kappingarári fekk Claus Bech Jørgensen orð á seg sum ein sera vandamikil harri, og frá útgangsstøði sínum á miðvøllinum skeyt hann ikki færri enn 11 mál fyri niðurflytingarhótta Bradford.
Júst hesin eginleikin er helst eisini tann, sum fyrst og fremst hevur skapt áhugan í Coventry, sum seinnu helvt av seinasta kappingarári bert vann ein dyst og í seinastu fimm dystunum megnaðu teir bert at skora eitt mál.
Tað er fyrrverandi stórleikarin, Gary McAllister, sum nú er venjari hjá Coventry, og hann dylir ikki fyri, at hann er fegin um at hava fingið hálva føroyingin í hópin.
- Vit eru fegin um at hava fingið sáttmála við Claus. Hann er ein sera góður leikari við drúgvum royndum á hesum støðinum. Og so hevur hann eisini nøs fyri, hvar málið stendur, so eg ivist ikki í, at hann fer at styrkja um liðið.
Umframt Claus Bech Jørgensen hevur Coventry undan hesum árinum gjørt sáttmála við tríggjar álopsleikarar. Dele Adebola, Graham Barrett og Andy Morrell verða væntandi allir tríggir við, tá Coventry leygardagin fer á vitjan hjá Watford í fyrsta dystinum hetta kappingarárið.