framskundanini, men slapp ótarnað í kvøld at gera seg til talskvinnu fyri at fáa tunnlarnar gjørdar beinavegin – men tað var kanska evsta endamálið hjá KvF – at gera Óluvu Klettskarð eina politiska tænastu [...] num so útspekulerað, at tey ikki seta samgongupolitikarum kritiskar spurningar. Tey lata tilvitað samgongufólk sleppa geva andstøðuni skuldina. – Óluva og Tjóðveldi vóru ímóti at viðgera tunnilsloysnina [...] . Fyri ikki at gloyma allar politisku ræðu-framhaldssendingarnar, hvør í fleiri pørtum. Nú er einki, bara kínan og uppiíprát. Ógvusligasta ákæran frá fyrrverandi landsstýrismanninum er, at Kringvarpið
er nevniliga almennur skulkidagur í Hoydølum, og løgreglan sigur, at í ár hava tey enntá bjóðað øðrum skúlum at koma til Havnar at halda dagin saman við teimum, so tað eru nógvir næmingar savnaðir í Hoydølum [...] greiddi teimum frá um lógir og reglur. Í roynd og veru er tað ikki loyvt at tarna ferðsluni, og tey halda, at tað hevur hjálpt upp á tað, at tey hava tosað við næmingrnar, tí okkurt árið er tað farið yvir gevind [...] og ovvekraðir næmingar er ikki ein heppin blanding. Tí er løgreglan farin í Hoydalar at halda skil á og tey siga, at støðan er heldur frægri í ár enn hon mangan hevur verið. Har eru altíð langar bíðirøðir
Vit síggja eisini, at fleiri stovnar eru óførir at yrkja sjálvir og at brúka útlendskar sangir, sigur landsstýriskvinnan og takkar hjartaliga øllum børnum, sum hava hjálpt til við at velja sangir út. Topp [...] nógv best at syngja. Tað er úrslitið, nú Mentamálaráðið hevur biðið barnagarðar og vøggustovur kring landið siga, hvørjar sangir børnini dáma best at syngja. Hetta er ein liður í arbeiðnum at gera eina [...] Barnasangbók, at Mentamálaráðið hevur skrivað til barnagarðar og vøggustovur kring landið og biðið tey góðar og vælumtóktar barnasangir upp. Tá vit nú skulu gera eina almenna barnasangbók, er tað best at biðja
arbeitt við trygging av eini sokallaðari gongd, við leysari tilfarið. Hetta arbeiði tekur nakað av tíð at gera. Tískil eru einans 5 metrar boraðir á Hvítanesi í seinastu viku. Til samans eru nú sprongdir 2
Lýggj og slavin luft streymar inn yvir Føoyar av suðri. Í dag fer ein kuldabrúgv framvið av vestri og síðani ein kuldabrúgv við ælaveðri. Hósdagin fer ein hátrýstsryggur framvið sunnan fyri Føroyar og
stoltleiki at umboða Føroyar, og ein vil altíð gera tað eyka fyri at fáa eitt gott úrslit, sigur Áki Joensen, sum tó ikki er nøgdur við hvussu tað gekst í NM-kappingini hesaferð. - Eg hevði væntað at koma víðari [...] Hann er vanur við at kappast í Danmark, har hann býr, og eisini kring allan heimin, men um vikuskiftið fekk Áki Joensen møguleikan at spæla eina stóra boccia-kapping í heimlandinum, Føroyum. Hetta var [...] men tað var ikki nóg mikið til at eg kundi koma víðari, greiðir Áki frá. 101 gestur vóru í Føroyum í sambandi við kappingina, og tað kravdi nógv av fyriskiparunum. Meira er at lesa um tað í Sosialinum í dag
Dilling er SAS hvønn dag til sølu á partabrævamarknaðnum, og hann vísir á, at bæði norski og svenski staturin hava boðað frá, at teir vilja selja sín lut í SAS. – Vit vilja gera SAS sterkari, so felagið [...] felagið kann standa á egnum beinum. Jú sterkari SAS er, jú størri er møguleikin fyri, at onkur vil keypa seg inn í felagið, sigur Carsten Dilling við Børsen. Nøkur av átøkunum, sum skulu gera SAS meira lokkandi
ferð við at merkja og telja hvalirnar. Og at finna út av, hvussu nógv fólk hava verið við í drápinum og talið á bátum. Tað segði Jacob Vestergaard við útvarpið fyri løtu síðani. Hann sigur, at væl av fólki [...] drápið, men hann hevur einki boð uppá, hvussu nógv tey vóru. – Tað tekur eina løtu at finna út av, og tí fer tað helst at nærkast midnátt, áðrenn seðlarnir koma út, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður.
Um vikuskiftið var greitt at Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle komandi kappingarár fara at spæla í bestu donsku deildini, eftir at Vejle sunnudagin vann 2-0 á útivølli móti Thisted. Men í løtuni [...] landsliðsleikarin fer at vera partur av liðnum hjá Vejle til komandi kappingarár. Sáttmálin hjá Viljormi Davidsen gongur út í summar, og hóast áhugi er frá bæði Viljormi sjálvum og Vejle at leingja sátmtálan [...] Davidsen væntar at hann í komandi viku hevur fingið greiðu á fótbóltsframtíðini. - Í løtuni havi eg fleiri fyrispurningar og eg hugsi meg væl um, áðrenn eg taki avgerðina. Eg vænti at hon verður tikin
metir, at tað tekur at umleið ein hálvan tíma aftrat, áðrenn grindin leggur beinini. Í morgun boðaðu bátar frá, at teir høvdu sæð eina grind sunnan fyri Borðoyarnes, men áðrenn bátarnir megnaðu at koma út [...] grindina, fór víðari, tá greitt var, at hon var sloppin, men aðrir skjóttgangandi bátar fóru at leita. Vónirnar vóru góðar í góðu líkindunum í dag, og líkt er til, at tað hevur givið úrslit. [...] og greiðir hann frá, at grindin nú er komin inn á víkina. - Vit eru komnir inn á víkina og hon gongur við fullari ferð inn eftir. Talan er um einar 100 hval, men tað er torført at meta um, tí hon er eitt