Lýggj og slavin luft streymar inn yvir Føoyar av suðri. Í dag fer ein kuldabrúgv framvið av vestri og síðani ein kuldabrúgv við ælaveðri. Hósdagin fer ein hátrýstsryggur framvið sunnan fyri Føroyar og ger veðrið støðugari, áðrenn nýggj brúgvaløg nærkast frá vestri seinni í vikuni.
Í dag
Gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og regn. Seinnapartin snarar hann í ein vestan og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Sum frá líður klárar í, tó okkurt æl. Hitin millum 7 og 11 stig. Í kvøld og í nátt gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Samdrigið, men sum frá líður okkurt æl og hitin millum 3 og 7 stig.
Í morgin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri og útsynningi, 8 til 13 m/s, um náttina makar hann vindin í lot til andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 2 til 7 m/s. Sólglottar og okkurt æl. Hitin millum 6 og 9 stig.
Hósdagin
Lot til andøvsgul av vestri, 2 til 7 m/s, sum spakuliga lækkar í ein sunnan. Turt og sólglottar og hitin um 10 stig. Um náttina lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 m/s. Turt, men yvirhøvur skýggjað og hitin millum 6 og 9 stig.
Fríggjadagin
Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, stundum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og sum frá líður regn. Um kvøldið snarar hann í ein vestan og útsynning og makar í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Tað klárar í og slítur í, tó framvegis samdrigið. Hitin millum 7 og 10 stig.
Leygardagin
Fleyr til gul av suðri, undir 5 m/s, sum øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, um náttina upp í hvassan vind, 15 m/s. Fyrst sólglottar, men sum frá líður skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 7 og 10 stig.
Sunnudagin
Gul til stívt andøvsgul av suðri, 10 til 15 m/s, sum snarar í ein útsynning og makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Fyrst skýggjað og regn, men sum frá líður klárar í. Hitin um 10 stig.