Um vikuskiftið var greitt at Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle komandi kappingarár fara at spæla í bestu donsku deildini, eftir at Vejle sunnudagin vann 2-0 á útivølli móti Thisted.
Men í løtuni er ikki heilt greitt um føroyski landsliðsleikarin fer at vera partur av liðnum hjá Vejle til komandi kappingarár. Sáttmálin hjá Viljormi Davidsen gongur út í summar, og hóast áhugi er frá bæði Viljormi sjálvum og Vejle at leingja sátmtálan, er undirskriftin enn ikki komin.
Viljormur Davidsen væntar at hann í komandi viku hevur fingið greiðu á fótbóltsframtíðini.
- Í løtuni havi eg fleiri fyrispurningar og eg hugsi meg væl um, áðrenn eg taki avgerðina. Eg vænti at hon verður tikin, áðrenn eg fari heim til Føroyar at halda feriu í næstu viku, sigur Viljormur Davidsen.
Í hópinum hjá Vejle er Viljormur Davidsen í løtuni tann leikarin, sum hevur spælt longst við liðnum og flest dystir fyri besta liðið hjá Vejle. Tí bendir tað mesta á, at føroyski landsliðsleikarin fer við felagnum upp í bestu donsku deildina.