– Vit eru í ferð við at merkja og telja hvalirnar. Og at finna út av, hvussu nógv fólk hava verið við í drápinum og talið á bátum.
Tað segði Jacob Vestergaard við útvarpið fyri løtu síðani.
Hann sigur, at væl av fólki og bátum vóru við til drápið, men hann hevur einki boð uppá, hvussu nógv tey vóru.
– Tað tekur eina løtu at finna út av, og tí fer tað helst at nærkast midnátt, áðrenn seðlarnir koma út, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður.










