SAS kann fáa nýggjar eigarar innan stutta tíð.
Tað sigur nevndarformaðurin í SAS, Carsten Dilling, í einari samrøðu við blaðið Børsen.
Í løtuni eiga danski, norski og svenski statirnir millum 14 og 21 prosent hvør, og privatir íleggjarar eiga helvtina av flogfelagnum, sum eisini flýgur til Føroya.
Sambært Carsten Dilling er SAS hvønn dag til sølu á partabrævamarknaðnum, og hann vísir á, at bæði norski og svenski staturin hava boðað frá, at teir vilja selja sín lut í SAS.
– Vit vilja gera SAS sterkari, so felagið kann standa á egnum beinum. Jú sterkari SAS er, jú størri er møguleikin fyri, at onkur vil keypa seg inn í felagið, sigur Carsten Dilling við Børsen.
Nøkur av átøkunum, sum skulu gera SAS meira lokkandi fyri íleggjarar, eru minkandi brennievnisnýtsla, minni burturkast, nýggj flogfør og internetsamband umborð á flogførunum.