Tað gongur skjótt at reka grindina, ið fyri umleið einum tíma síðan bleiv funnin aftur sunnanfyri Borðoyarnes. Zakaris Jacobsen, ið er ein av grindaformonnunum í Gøtu, er umborð á einum av bátunum, ið er við í rakstrinum, og greiðir hann frá, at grindin nú er komin inn á víkina.
- Vit eru komnir inn á víkina og hon gongur við fullari ferð inn eftir. Talan er um einar 100 hval, men tað er torført at meta um, tí hon er eitt sindur spjadd, sigur Zakaris Jacobsen.
Grindaformaðurin metir, at tað tekur at umleið ein hálvan tíma aftrat, áðrenn grindin leggur beinini.
Í morgun boðaðu bátar frá, at teir høvdu sæð eina grind sunnan fyri Borðoyarnes, men áðrenn bátarnir megnaðu at koma út til hana, var hon burtur.
Báturin, sum fann grindina, fór víðari, tá greitt var, at hon var sloppin, men aðrir skjóttgangandi bátar fóru at leita. Vónirnar vóru góðar í góðu líkindunum í dag, og líkt er til, at tað hevur givið úrslit.