sigur Sverri Kass, formaður í stýrinum. Júst hetta sama er neyðugt at gera hetta vikuskiftið, nú missiónsvika hjá Heimamissiónini verður hildin í bygdini. Møtini byrjaðu týskvøldið í missiónshúsinum, men halda [...] missiónshúsið á einum øki beint við kommunuskrivstovuna í bygdini. Missiónshúsið verður einar 700 fermetrar til støddar, og verður innrættað til tørvin í dag og við øllum nýmótans hentleikum. - Tað er kost [...] fara í gongd, sigur Sverri Kass. Tørvurin á einum nýggjum missiónshúsi er haraftrat vorðin størri, nú líkindi eru til at bygdin fer at vaksa. - Vit mugu verða klár til framtíðina, sigur formaðurin í mis
eisini í annað felag. Tað er ungi Jacob Sørensen, sum verður leigaður út í eitt hálvt ár, so hann kann fáa neyðugu spælitíðina til at gera seg galdandi á U21 landsliðnum, ið skal við í EM-endaspælið í summar [...] spælara við í hópin afturat. Tað er 23 ára gamli álopsinnaði spælarin Caca, sum kemur frá Atletico Mineiro, men hevur spælt fyi MSV Duisburg seinastu tíðina. AaB er júst farið á venjingarlegu í Turkalandi [...] gjørt av at selja hann nú, meðan teir framvegis kunnu fáa nakrar krónur fyri hann. Og í Brøndby er ovmikið av pengum í kassanum eftir søluna av Dennis Agger til Liverpool, og samstundis hevur Ericsson staðið
Teir eru farnir í holt við at ala fleiri onnur fiskasløg væl hjálptir av royndum, ið hava verið gjørdar á sjódeplinum í Scalloway, sigur Óli Holm í tíðindaskrivi. Óli Holm ætlar sær í næstu framtíð saman [...] fyri útbúgvinarverkinum til at seta á stovn. Og í hesum sambandi hevur Óli Holm, landsstýrismaður, seinastu dagarnar vitjað North Altantic Fisheries College í Hetlandi, fyri at finna sær íblástur til ein [...] saman við vinnuni. Og tað er júst hetta, ið hugtekur landsstýrismannin. Óli Holm heldur, at nógv av tí, sum hetlendingar hava gjørt við sínum sjódepli, eisini kundu verið gjørt í Føroyum. Serliga heldur hann
upplýsti statsadvokaturin í týska býnum Potsdam í gjár. Vanlukkan hendi, tá danskir og týskir hermenn vóru í ferð við at oyðileggja nakrar gamlar russiskar rakettir av slagnum SA-3, og ein kanningarnevnd við [...] týskum umboðum hevur júst verið á vanlukkustaðnum og kannað umstøðurnar. Donsku hernaðarmyndugleikarnir vilja ikki gera nakrar beinleiðis viðmerkingar til tað, sum statsadvokaturin í Potsdam hevur sagt, [...] men ein talsmaður hjá donsku herleiðsluni segði í gjár, at statsadvokaturin hevði fingið upplýsingar frá teimum týsku umboðunum í kanningarnevndini. Átta danskir hermenn fingu skaða av spreingingini,
STEVNA Á ólavsøku í ár verður stórur víkingamarknaður á Glaðsheyggi í Havn. Hetta stendur at lesa í blaðnum hjá Føroya Heimavirkisfelag, ið júst er komið. Tað er føroyska samtakið Siðsam, ið stílar fyri [...] saman við fólki av Fjørukrónni í Hafnafirði. Tiltakið er partur av samstarvi millum Grønland, Ísland og Føroyar, og kemur at líkjast víkingahátíðini, ið var í Grønlandi í sambandi við stóra 1000 ára há [...] innlit í søgu okkara, og royndir frá hinum víkingalegunum vísa, at børnum dámar ógvuliga væl at royna seg á legunum. Tí verður eisini undirhald, serliga til børnini og tey fáa høvi at royna seg í bogaskjóting
Lions Club í Klaksvík skipar javnan fyri tiltøkum, har felagið roynir at savna pengar, sum síðani verða latnir sum gávur í Norðoyggjum. Mánadagin vóru teir í Lions Club út við gávum, og tvey feløg stóðu [...] føroyingum, sum var hildin í heyst. Lions Club er heimsumfatandi felagsskapur, sum hevur til endamáls at savna pengar til ymisk endamál. Bæði í Norðoya Bjargingarfelag og í Klaksvíkar Róðrarfelag vóru [...] frá Contrive í Klaksvík. Róðrarfelagið hevur skipað fyri nógvum tiltøkum fyri at savna pengar til bátarnar, og tað hevur gingist væl. Gávurnar hjá Lions komu sera væl við, søgdu formenninir í Bjargingarfelagnum
einsamallur í bátinum, tá ið óhappið hendi. Orsøkin til óhappið var hálka ? umborð.Bent hevði spulað sær tiljurnar, og júst tá ið hann skuldi leggja bátin at, var hann áhaldsin og gleið á glerinum. Í fallinum [...] Sjóstjørnan, úr Syðrugøtu rendi snimma týsmorgunin á land. Óhappið hendi við gamla bátadráttin inni í bátahylinum í Norðragøtu. Stoyturin var so ógvusligur, at báturin fór at leka, og vandi var fyri, at hann fór [...] stokkunum. Tað var í tøkum tíma, at lensipumpan varð sett til, og kranabilur hivaði bátin upp á turt. Hálka var orsøkin Bent Hvidtfeldt Rasmussen, ið er ættaður úr Klaksvík, men býr í Syðrugøtu, eigur fult
duettini er til staðar í Canada. Um so áhugi eisini er fyri at ogna sær føroyskar guitarar av merkinum Bjarnastein, vil tíðin vísa. Lesið meira um Bjarnastein í 2? aranum í blaðnum í morgin. [...] Tá kendi danski bólkurin Shu-Bi-Dua í kvøld hevur ljóðroynd, verður hetta eisini ett annað slag av roynd. Manningin í kenda danska bólkinum sleppur nevniloga at royna ein føroyskan guitara. Ein Bjarnastein [...] Bjarnastein. Um Bjarnasteinurin stendur royndina, og manningin í Shu-Bi-Dua dámar guitaran, so stendur teimum í boði at ogna sær guitaran. Talan er um ein Bjarnastein,ið Føroya einasti guitarbyggjari, Petur
Sambandsflokkarnir siga upp í saman, at tryggast er hjá føroyingum at vera í eini skipan, har onnur hava stóran part av valdinum á okkara landi. Men teir fara skeivir, tí júst henda støðan ger okkara umstøður [...] lata onnur seta radarar upp í føroyskum fjøllum - at váða at missa ræðið á yvirtiknum málsøkjum - at lata onnur blanda seg upp í føroyskan handilspolitikk - at seta tjóðina í takksemisskuld á donsku fí [...] egnum fortreytum - at hava ábyrgd av egnum landi - at hava innlit í øll mál viðvíkjandi Føroyum - at virka fyri egnum áhugamálum úti í heimi - at hava ræði á øllum málsøkjum viðvíkjandi Føroyum - at reka
Føroyska manslandsliðið er í dag – ein dag seinni enn ætlað – komið til Tjekkia. Veðrið hevur argað og ferðin til Prag bleiv útsett til í morgun. Eisini pólska landsliðið settist aftur. Upprunaliga skuldi [...] komu boð um, at flogferðin varð útsett til í morgun klokkan 07.30. Tað var eitt sindur av vindi, tá flogfarið fór avstað. Tríggjar tímar seinni lendi ferðalagið í tjekkiska høvðusstaðnum, Prag. Hetta er sokallaði [...] leiðslurnar í feløgunum eru umboðaði á ferðini. Túrurin er ætlaður sum eitt høvi hjá feløgunum og fótbóltssambandinum at finna eitt felagsstev. Vanliga er ein formansfundur, har forfólkini í føroyskum feløgunum