Víkingar hittast á ólavsøku

Fyrsta altjóða víkingalegan við luttøku av handverkarum, tónleikarum, bardagamonnum, inuittum og indiánum verður hildin í Havn á ólavsøku


 

STEVNA

Á ólavsøku í ár verður stórur víkingamarknaður á Glaðsheyggi í Havn. Hetta stendur at lesa í blaðnum hjá Føroya Heimavirkisfelag, ið júst er komið. Tað er føroyska samtakið Siðsam, ið stílar fyri saman við fólki av Fjørukrónni í Hafnafirði. Tiltakið er partur av samstarvi millum Grønland, Ísland og Føroyar, og kemur at líkjast víkingahátíðini, ið var í Grønlandi í sambandi við stóra 1000 ára hátíðarhaldið.

Umleið 50 gestir úr 12 londum eru bodnir at taka lut. Eisini fólkasløg, ið høvdu samband við víkingarnar fyri 1000 árum síðani, verða við á leguni. Á marknaðinum vera handverkarar av ymsum slag, tónleikarar sum framføra upprunaliga víkingatónleik, inuittar, sum framføra trummudans, og kanska eini indiáni eisini.

Fimtan bardagamenn vera eisini við. Hetta er ein altjóða hópur, ið er vanur at ferðast runt um í Europa og berjast. Leggjast skal afturat, at hesir eru vanir við at hava ein høviskan atburð eftir framførsluna. Føroyski dansurin verður eisini umboðaður.

Víkingatiltøkini vórðu upprunaliga gjørd út frá teirri hugsjón at geva børnum innlit í søgu okkara, og royndir frá hinum víkingalegunum vísa, at børnum dámar ógvuliga væl at royna seg á legunum. Tí verður eisini undirhald, serliga til børnini og tey fáa høvi at royna seg í bogaskjóting, teymaríðing, sigling, vápnaleiki, matgerð og framleiðslu av prýðislutum.