Suni og Jón Rói missa generalin á liðnum

Aab Hevur gjørt av at selja stýrmanin á miðvøllinum. Sviin Martin Ericsson fer nú at spæla við Brøndby. Hinvegin hevur felagið fingið ein brasiliumann í hópin

Fótbóltur

Miðvallarspælarin Martin Ericsson er seldur til Brøndby, og harvið missir AaB sín kanska besta spælara seinnu árini. Sviin hevur verið miðvallarovasti, og fleiri stór norðurlendsk feløg hava ligið fram við eftir spælaranum, sum ikki vil leingja sín sáttmála við AaB.
Tí hevur felagið gjørt av at selja hann nú, meðan teir framvegis kunnu fáa nakrar krónur fyri hann. Og í Brøndby er ovmikið av pengum í kassanum eftir søluna av Dennis Agger til Liverpool, og samstundis hevur Ericsson staðið ovarliga á ynskilistanum hjá venjaranum Michael Laudrup.

Nýggjan álopsspælara
Ein annar AaB-spælari skal eisini í annað felag. Tað er ungi Jacob Sørensen, sum verður leigaður út í eitt hálvt ár, so hann kann fáa neyðugu spælitíðina til at gera seg galdandi á U21 landsliðnum, ið skal við í EM-endaspælið í summar.
Hinvegin hevur AaB fingið ein brasilskan spælara við í hópin afturat. Tað er 23 ára gamli álopsinnaði spælarin Caca, sum kemur frá Atletico Mineiro, men hevur spælt fyi MSV Duisburg seinastu tíðina.
AaB er júst farið á venjingarlegu í Turkalandi, og Caca er farin við liðnum. Ætlanin er, at AaB ger ein eitt ára sáttmála við spælaran í hesari vikuni.