Heinta íblástur til sjódepil úr Hetlandi

Óli Holm, landsstýrismaður við mentamálum, hevur seinastu dagarnar verið í Hetlandi og leita sær íblástur til ein møguligan sjódepil fyri útbúgvingar innan fiskivinnuna

 

Ein sjódepil til útbúgvingar og skeið, sum vinnan hevur og kemur at hava tørv á.

Hetta mælir álitið um útbúgvinar innan fiskivinnuna landsstýrismanninum við ábyrgdini fyri útbúgvinarverkinum til at seta á stovn. Og í hesum sambandi hevur Óli Holm, landsstýrismaður, seinastu dagarnar vitjað North Altantic Fisheries College í Hetlandi, fyri at finna sær íblástur til ein føroyskan depil fyri fiskivinnuútbúgvingar.

North Atlantic Fisheries College er ein sjódepil, ið hetlendskir myndugleikar hava skipað saman við vinnuni. Og tað er júst hetta, ið hugtekur landsstýrismannin.

Óli Holm heldur, at nógv av tí, sum hetlendingar hava gjørt við sínum sjódepli, eisini kundu verið gjørt í Føroyum. Serliga heldur hann tað vera áhugavert, hvussu vinnan í Hetlandi hevur staðið saman um at fáa sett á stovn teirra sjódepil.

? Tað er eingin ivi um, at sjódepilin í Scalloway hevur gjørt nógv til, at teir gaca eina alivinnnu, sum er á stødd við okkara og sum mennist við risaferð. Teir eru farnir í holt við at ala fleiri onnur fiskasløg væl hjálptir av royndum, ið hava verið gjørdar á sjódeplinum í Scalloway, sigur Óli Holm í tíðindaskrivi.

Óli Holm ætlar sær í næstu framtíð saman við embætisfólkum sínum at arbeiða víðari fyri, at føroyska ali- og fiskivinnan fær ein væl virkandi føroyskan sjódepil.