Pengar til bjarging og kappróður

Mánakvøldið lat Lions Club í Klaksvík peningagávur til Norðoya Bjargingafelag og Klaksvíkar Róðrarfelag

 

Lions Club í Klaksvík skipar javnan fyri tiltøkum, har felagið roynir at savna pengar, sum síðani verða latnir sum gávur í Norðoyggjum.

Mánadagin vóru teir í Lions Club út við gávum, og tvey feløg stóðu hesaferð fyri tørni.

Norðoya Bjargingarfelag, sum rættiliga hevur sett ferð á sítt virksemi aftur, fekk annan av kekkunum, og hin varð latin Klaksvíkar Róðrarfelag, sum júst hevur keypt tríggjar nýggjar kappróðrarbátar.

Kekkarnir vóru upp á 30.000 krónur hvør.


Væleydnað listatiltak

Lions Club hevur skipað fyri ymsum tiltøkum, og helst best eydnaða tiltakið var uppboðssølan av listarverkum hjá kendum føroyingum, sum var hildin í heyst.

Lions Club er heimsumfatandi felagsskapur, sum hevur til endamáls at savna pengar til ymisk endamál.

Bæði í Norðoya Bjargingarfelag og í Klaksvíkar Róðrarfelag vóru tey fegin um gávurnar.


Kalendari

Norðoya Bjargingarfelag gjørdi fyri stuttum stuðulsavtalu við Norðoya Sparikassa, og felagið hevur eisini fingið nýggjan GPS og VHF frá Contrive í Klaksvík.

Róðrarfelagið hevur skipað fyri nógvum tiltøkum fyri at savna pengar til bátarnar, og tað hevur gingist væl.

Gávurnar hjá Lions komu sera væl við, søgdu formenninir í Bjargingarfelagnum og Róðrarfelagnum.

Næsta tiltakið hjá Lions Club í Klaksvík er ein kalendari fyri 2002. Talan er um ein Norðoyakalendara við myndum úr Norðoyggjum, har virki og fyritøkur eisini kunnu lýsa.