Rendi á bátadrátt

Vaktar- og Bjargingartænastan noyddist at senda lensipumpu av Tjaldrinum og inn á Gøtuvág, tá ið bátur rendi á land

Tíggjumannafarið Sjóstjørnan, úr Syðrugøtu rendi snimma týsmorgunin á land. Óhappið hendi við gamla bátadráttin inni í bátahylinum í Norðragøtu. Stoyturin var so ógvusligur, at báturin fór at leka, og vandi var fyri, at hann fór til botns.


Boð vórðu alt fyri eitt send Vaktar- og Bjargingartænastuni. Tjaldrið, ið lá eystanfyri, sendi síðani skjóttgangandi gummibát inn á Gøtuvág við lensipumpu. Tá ið gummibáturin hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni kom á staðið, fleyt Sjóstjørnan á stokkunum. Tað var í tøkum tíma, at lensipumpan varð sett til, og kranabilur hivaði bátin upp á turt.


Hálka var orsøkin


Bent Hvidtfeldt Rasmussen, ið er ættaður úr Klaksvík, men býr í Syðrugøtu, eigur fult rikna útróðrarbátin, Sjóstjørnuna. Hann var einsamallur í bátinum, tá ið óhappið hendi.


Orsøkin til óhappið var hálka ? umborð.Bent hevði spulað sær tiljurnar, og júst tá ið hann skuldi leggja bátin at, var hann áhaldsin og gleið á glerinum. Í fallinum kom hann undir umstýringina við tí úrsliti, at skrúvan koblaði í og báturin fór við ferð móti landi og brast í keiina. Vandi var ongantíð fyri Bent, tí hann slapp sær upp á land eftir stoytin.


Sjóstjørnan er væl tryggjað, og teir eru longu farnir undir at umvæla skaðan. Gongst sum ætlað, verður Sjóstjørnan flotað aftur í aðru viku.