tey, ið eru 15 ár og uppeftir. Eclipse verður opið sum vanligt frá kl24.00 til 04.00, tó verður ikki selt rúsdrekka í barrunum, men bara sodavatn og djús. -Vit fáa professionelt fólk og útgerð úr Danmark [...] DJ´s hetta kvøldið eru úr Danmark og eru: DJ FULLER. Hann hevur vunnið International Club Music Awards. Hevur spælt í nógvum londum, eitt nú, Love Parade í Berlin og Calella í Ibiza í Spania. DJ Mr. P [...] hevur millum annað spælt í Grikkalandi, Eysturríki, Spania og í Svøríki. Í Danmark hevur hann spælt í Keller Dirk, Lauritz Betjent, Train og Woodstuck.
seinnapartin verða øll ung millum 15 og 25 ár boðin á cool dansiskeið í Eysturskúlanum í Havn. Tað eru Ung í MáF sum skipa fyri. Dámar tær hipphopp, breakdance, ballet, ella dámar tær rætt og slætt at røra teg [...] verður í Eysturskúlanum týsdagin 27. mars kl. 17-20, og øll ung millum 15 og 25 ár eru vælkomin. Tá verður eisini møguligt at tekna seg sum lim hjá í Ung í MáF, har limagjaldið er 100 krónur árliga. Tekning [...] samansjóðar tað dynamiska arbeiðið á gólvinum og rørslur, sum loysast, spretta og vaksa út í rúmið, sigur felagið í tíðindaskrivi. Jamie Boylan er onglendingur og hevur útbúgving frá London Contemporary Dance
ingar og onnur ung á háskúla og ungdómshúsum undirvísing frá Kyn um kropp, kenslur, kynssjúkur, fyribyrging, sex, mørk og rættindi. Undirvíst verður í Suðuroy, Vestmanna, Saltangará, Klaksvík og í Tórshavn [...] viðurskifti og á føroyskum. Vit vita frá føroyskari gransking, at føroysk ung fáa meginpartin av teirra kunning um seksuel evni frá sínum vinum, og at tað eru nógv evni innan seksualitet og kynslív, tey [...] spurnakanning og ymiskum kunnandi tilfari á sosialum miðlum. Kyn ynskir, at føroysk ung verða upplýst trygt og væl um hesi seksuellu evni, ið gevur teimum førleikar til eina góða seksuella atferð og eina sunna
ringdi 112 í nátt, tí ein maður lá fullur í Klaksvík, og kláraði ikki seg sjálvan. Løgreglufólk úr Klaksvík vóru boðsend, og koyrdu mannin til hús. Og hetta er nakað, sum hendir rættiliga ofta í Føroyum [...] okkum, um onkur er ov ávirkaður av rúsdrekka ella rúsevnum, og ikki klárar seg sjálvan, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. Veðrið var ikki av tí besta í nátt, og tað hevur eisini havt ávirkan á [...] Stórt gildið hevur verið í Klaksvík í nátt, og mong vóru tey, sum leitaðu sær í býin hetta kvøldið har norðuri. Tó hevur løgreglan ikki havt nakrar stórar uppgávur í Klaksvík í nátt. Vakthavandi á løg
feriu, tá hon saman við vinum ballaðist og tók upp eina video, sum seinni er almannakunngjørd. Tað var upprunaliga ætlanin, at hon skuldi hava feriu millum 5. og 7. august, men tað varð avlýst, vísir heimasíðan [...] alment kjak í Finnlandi um veitsluvanar og privatlívið hjá forsætisráðfrúuni. Fleiri politikarar úr finska tjóðartinginum hava kravt, at hon eisini tekur eina narkotest og leggur úrslitið fram. ##med2## Sanna [...] Sanna Marin hevur sagt, at hon drakk rúsdrekka og helt veitslu, men at tað ikki er ólóglligt. Hon hevur játtað at taka eina narkotest. /ritzau/
økinum og norðanfyri, og sum heild hevur skilið eftir øllum at døma verið rættiliga gott í ferðsluni. Og tó. Tað er sjáldan, tá kanningarnar eru so umfatandi, at einki er at seta fingurin á, og soleiðis [...] steðgaði, koyrdi ávirkaður av rúsdrekka ella rúsevnum. Men, í ferðkanningunum er ein í vanda fyri at missa koyrikortið. Fýra bilførarar vórðu máldir at koyra ov skjótt. Ein fær bót, og tveir fáa klipp í koyrikortið [...] rendi seg í radaran hjá løgregluni. - Hesin varð máldur at koyra 85 kilometrar um tíman í bygdum øki og missir koyrikortið treytað. Tað merkir, at viðkomandi noyðist at taka koyrikortið umaftur, visti v
fráboðan um, at ein aliringur lá og rak fyri veður og vind á Kaldbaksfirði. Hesin hevði slitið seg leysan í nógva vindinum. MRCC støðin boðaði eigaranum Pf Gulin í Havn frá, og tey fingu leigað ein pressara [...] ein treytaðan dóm og skal eisini upp til nýggja koyriroynd. Leygarnáttina tók løgreglan ein bilførara á Marknagilsvegnum í Havn, sum var ávirkaður av rúsdrekka. Bilførarin blásti 1,36 ? og verður skuldsettur [...] pressara frá Tórshavnar Skipasmiðju og sleipað ringin uppá pláss aftur. Seinnapartin kom enn ein fráboðan orsakað av vindi. Hesuferð var tað ein fóðursilo, sum verður nýtt í sambandi við aling, sum hevði slitið
000 krónur. Og í Havn mátti ein húsaeigari ásanna, at tað er best at læsa hurðina, tá ið mann fer av húsum. Tað gjørdi hann ikki í gjár og tá ið hann kom aftur, hevði hann havt óbodnar gestir og teir vóru [...] klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 71 og 80 kilometrar um tíman. Men ein bilførari koyrdi alt ov skjótt, hann koyrdi nevniliga 99 kilometrar um tíman og tað merkir at hann missur koyrikortið treytað [...] Løgreglan var á ferð í Eysturoynni í gjár við ferðmátaranum og í tí sambandi var ein hópur av bilum kannaðir. Løgreglan sigur, at tey kannaðu ferðsluna í bygdum øki har tað er loyvt at koyra 80. Úrslitið
Løgreglan var í nátt boðsend til Vágarnar, har ein ungur maður var fullur og í ringum lag. Ungi maðurin hevði verið keðiligur leingið, og fólkini við honum fingu nóg mikið, tá ið hann breyt ein rút. Tey ringdu [...] øðrum viðurskiftum sigur vakthavandi, at fólk hava verið ill í sær í býnum bæði í Eysturoynni og í Havnini, og løgreglan hevur lagt ímillum ávirkað fólk fleiri ferðir. Men einki politimál er staðist av hesum [...] ringdu til løgregluna um klokkan 2 í nátt, sum síðani fór á staðið, og handtók mannin. Hann var tó so fullur, at løgreglan ikki hevur skuldsett hann fyri nakað enn. Hann er í varðhaldi hjá løgregluni inntil
húsum og er farin inn, har viðkomandi hevur stolið tveir kassar av øli og einar fýra ella fimm fløskur av rúsdrekka. Annars sigur løgreglan frá eini stak friðarligari nátt. Nógv fólk var í býnum og løgreglan [...] løgreglan sigur, at ymisk smáttarí hava verið av fullum fólki. - Men eingin hevur verið handtikin og tá ið eingin verður handtikin eina nátt, sum í nátt, mugu vit láta væl at, sigur løgreglan. Vakthavandi [...] brennivíni nú, enn tey gjørdu fyri bara einum 15 árum síðani. Fyrr var nógv meiri rok av brennivíni og oftan máttu so nógv fólk handtakast, at fleiri sótu í sama kliva.