Tey ungu velja nú Føroyar

Tá Hagstova Føroya í dag kunngjørdi nýggjastu hagtølini yvir broytingar í fólkatalinum farna árið, var tað serliga eitt brot, ið var sermerkt.


Tølini vístu nevniliga, at tann vanliga stóra fráflytingin í august, tá ung fólk fara av landinum í lestrarørindum, er munandi minkað.


- So í staðin fyri eitt afturstig í august sum í miðal síðstu 13 árini á 250-300 fólk, so var talið bara 166 í august í ár: t.v.s. nógv færri av teim ungu fóru av landinum í august í ár enn vanligt, og fleiri fluttu higar enn vanligt, skrivar Hagstovan í tíðindastubbanum um fólkatalið.


Hans Pauli Strøm er sosiologur í Hagstovu Føroya, og hevur arbeitt við fólkahagtølunum. Hann upplýsir, at tað er trupult at siga hvat orsøkin er til broytingina, tí man veit ikki hvørji tey eru, ið velja at verða verðandi.
Hann metir tó, at fleiri útbúgvingarmøguleikar kann vera ein av orsøkunum til broyttu gongdina.


- Tað eru munandi færri ung, ið flyta av landinum, og er tað eitt rák, ið byrjaði í 2014. Men munurin í ár er eyðsýndur frá undanfarnu árum, og enntá frá í fjør. Talan er um eina stóra minking, sigur Hans Pauli Strøm og heldur fram.


- Vanliga er tað serliga ung fyrst í tjúgunum, ið fara av landinum í lestrarørindum, so tað er sannlíkt, at fleiri verða verandi, tí fleiri útbúgvingartilboð eru nú í Føroyum.


Tá fleiri ung so velja at vera verandi, so hevur tað eisini ávirkan á onnur ung.


- Tá tey ungu, ið vanliga fara avstað í lestur, verða verandi, so er tað meira attraktivt hjá teirra javnaldrum eisini at vera verandi, tí tað eru fleiri ung í landinum. Samstundis er hákonjunkturur í Føroyum í løtuni, so her er nokk av arbeiði. So eisini fyri tey ungu, ið ikki fara til víðari lestur, er Føroyar vorðnar meira áhugaverdar. Um fleiri ung velja at vera verðandi, so fáa fleiri onnur ung hug at vera verðandi, greiðir Hans Pauli Strøm frá.