Handlar og fyritøkur søgdu nei

Undir tingfundinum mikudagin handaðu Sosialistisk Ung og Unga Tjóðveldi undirskriftir til tingformannin, Jógvan á Lakjuni.

- Undir sera stuttum skotbráði megnaðu vit saman við fakfeløgunum at samla 4.138 undirskriftir. Hetta er 10 % av Føroya fólki. Havast skal í huga, at hetta er fyrstu ferð, at handlar og fyritøkur hava noktað at hava undirskriftirnar liggjandi. Tey vilja vera við, at hetta er ov politiskt, siga Sosialistisk Ung og Unga Tjóðveldi í tíðindaskrivi.

Lagt verður aftrat, at tað, sum fólk hava skrivað undir uppá, er hetta: ”Eg sigi kortanei til flatskatt, og eg krevji, at politikarar halda seg vekk frá mínari pensjón!!”

- Jógvan á Lakjuni játtaði, at hann skuldi kunna tingið um fólksins vilja, siga Sosialistisk Ung og Unga Tjóðveld í tíðindaskrivinum.