Skál og kom víðari!

Klumma

Álvaratos! Var nakar í iva, so loyvi eg mær hervið at staðfesta, at almenni føroyski holdningurin til rúsdrekka er milt sagt láturligur, fyri ikki at siga fullkomiliga klikkaður og hol høvdið! Víst er allur rúsandi løgur beista ósunnur. Tað eri eg og tey flestu við mær, tíbetur, greið um. Ósunna aspektið er eisini eitt nógv brúkt argument í rúsdrekkakjakinum, men tað er fullkomiliga høpisleyst at nýta tað í hesum samanhanginum.

Í Føroyum anno 2012 er bæði loyvt at bryggja og selja øl, vín og brennivín! Í Føroyum hava vit eisini drúgvar royndir við at bryggja øl, sum ganga fleiri hundrað ár aftur í tíðina. Stóra føroyska bryggjaríið, Føroya Bjór, er 124 ára gamalt og hevur vunnið altjóða virðislønir fyri sína framleiðslu.

Tíverri fyri føroyska ølframleiðsluna snaraði Restorff bryggjarí, sum er uppaftur eldri enn Føroya Bjór, lykilin um fyri nøkrum árum síðani, men síðani er Okkara komið, sum hevur framleitt minst tíggju ymsar øl til føroyingar og føroyska marknaðin.

Føroyingar hava eisini altíð verið ídnir brennivínsbryggjarar. Fredrikkurin er kanska tann kendasti av slagnum, men kring alt landið hava menn og kvinnur roynt at framleiða rúsdrekka. Kjallaravirksemi av hesum slagnum er ikki eins útbreitt longur, og við Dism er føroyska brennivínsframleiðslan vorðin skipað, soleiðis at vit í Føroyum í dag lógligt framleiða bæði snaps og vodka.

Hetta er veruleikin í dagsins Føroyum. Lógligi veruleikin, væl at merkja.

Men í Føroyum er ikki loyvt at lýsa við hesum vørum, ið annars púra verða framleiddar í Føroyum í tráð við galdandi reglur. Í staðin verður hetta pakka inn í »Mææh«, »Biiip« og »Fiskur« í útvarps- og blaðlýsingum. So er tað lógligt – skil tað hvør í skilja vil.

Feskasta dømið um føroyska dupultmoralin á rúsdrekkaøkinum, eru mongu ølsølurnar, sum koma kring landið. Mær dámar væl bjór, og tí fegnist eg um, at tað er vorðið høgligari hjá mær at fáa fatur í hesum.

Eg kann tó ikki lata vera við at undrast. Øl og vín og má fyri alt í verðini ikki út í handlarnar. Tað hevði byrjanin til eina føroyska vanlagnu. Ein glíðibreyt av teimum fúlu, soleiðis at vit ongantíð fáa fótin fyri okkum aftur. Tað er líka so víst sum at sólin rísur í eystri og setur í vetri.

Men at selja øl beint við síðuna av ella yvir av einum matvøruhandli er eingin trupulleiki. At selja øl inni í sama bygningi ella húsi, sum ein matvøruhandil er heldur eingin trupulleiki. Tað er heldur eingin trupulleiki, at tað eru somu starvsfólk, sum selja vanligar matvørur og annað inn til bakdyrnar bresta upp og klokkan ringir, og tey síðani leypa aftur um fyri at avgreiða ølsøluna.

Altso. Eg kann keypa nøkur stearinljós inn í handlinum, fara út úr handlinum og inn í ølsøluna, fyri síðani at verða avgreiddur av sama fólki. Tað er er fullkomiliga láturligt!

Tak nú síðsta fetið, Føroyar! Ein øl er ein øl og ikki nakað »mæææh«, og núverandi ølsøla er rætt og slætt fjollutt!