Ung fáa banka uttan avgreiðslur

– Tey ungu krevja meira í dag. Tey ynskja okkurt nýtt alla tíðina, og gjørdu vit av at savna tíggju ymisk ung úr øllum landinum, at koma við hugskotum og hetta er eitt teirra, sigur Hilmar Sam Jacobsen, leiðari í nýggja ungdómsbankanum hjá Eik, Ung í Eik

Í farnu viku læt Føroya Banki upp bústaðarmeklarafelagi Skyn. Hetta fyri at kunna veita kundunum eina betri heildarveiting, varð millum annað sagt.
Eik Banki hevur frammanundan eina ognarmeklarafyritøku í Inni, men ynskja eisini at kunna bjóða kundum sínum so góða tænastu sum gjørligt. Tí hava tey nú latið upp ein ungdómsbanka fyri ung millum 18 og 25 ár.
– Tey ungu krevja meira í dag. Tey ynskja okkurt nýtt alla tíðina, og gjørdu vit av at savna tíggju ymisk ung úr øllum landinum, at koma við hugskotum og hetta er eitt teirra, sigur Hilmar Sam Jacobsen, leiðari í Ung í Eik.
Hann greiðir frá, at ungdómsbankin er ein ásannan av, at ung hava ein øðrvísi tørv enn restin av kundaskara teirra.

Ung til tey ungu
– Ráðgevararnir á ungdómsdeildini eru ungir og duga væl at seta seg inn í støðuna hjá teimum ungu, sigur Hilmar Sam Jacobsen. Hann greiðir frá, at bankin fyrst og fremst fer at leggja seg eftir, at veita teimum ungu ráðgeving, heldur enn at tveita stór lán í høvdið á teimum.
Hann nevnir síðani møguleikarnar, sum bankin hevur at bjóða við eitt nú ráðgeving, uppsparing, ungdómslánum, lestrarkreditt, húsalánum og billánum.

Eingin avgreiðsla
Tað sum annars kemur at merkja ungdómsbankan er, at hann verður munandi meiri litríkur enn bankar flest. Tónleikur, teldur, stórskíggjar og ongar avgreiðslur av nøkrum slag eru eyðkennini í nýggju deildini.
– Vit hava eitt pengaleyst samfelag, har øll ung hava eitt gjaldskort, og tí slepst eisini undan vanligu avgreiðslunum, segði Hilmar Sam Lamhauge, tá Ung í Eik læt upp fríggjadagin.