manglarnir eru ikki so stórir, at tað er neyðugt við nýggjum sýni, men at bygningurin kann takast í brúk, um tað fyriliggur dokumentatión fyri, at viðurskiftini við gelendara, túni, trappum og tættleikakrøvum [...] Tórshavnar kommuna hevði sýnt bygningin mikudagin fekk Bústaðir boð um, at har vóru ávísir manglar, ið máttu fáast upp á pláss, áðrenn íbúgvarnir sluppu at flyta inn. Talan var um sjey punkt, ið kommunan metti [...] ið muga fáast í rættlag, áðrenn flutt verður inn. Tað vil siga, at gelendarin, trappurnar og túnið við inngongdina skulu verða í ordan, umframt at ein váttan má fyriliggja um, at tættleikakrøvini eru yvirhildin
fylgir eisini við í slíkum málum. - Sambært kanning visti fuglafrøðingur at siga frá tí ónossligu søgu, at í dag flúgva 78% av havhestunum í Norðsjónum og 46% av havhestunum í Føroyum við plastikki í maganum [...] agsskapurin, sum nú hevur eini 20 ár á baki varð stovnaður av kommunum í londum kring Norðsjógvin við endamálinum at verja havumhvørvið fyri dálking og teimum avleiðingunum, ið viðkomandi strandakommunur [...] heimshøpi missa skip fyri borð umleið 10.000 bingjur árliga, herav 2.000 í europeskum høvum. Stutt síðani máttu Frísaroyggjarnar leggja strendur til hesar vandamiklu rekar, sigur Jógvan K. Mørkøre. Eitt nýtt fyribrigdi
gjørdi eitt stórt mistak, men hann gjørdi tað ikki við beráddum huga. Eg var bert heppin at verða á tí rætta staðnum, tá sendingin kom, segði Didier Drogba við Canal Plus Sport aftaná dystin. - Vit spældu ein [...] onkrar samansvørjingar-teoriir komnar á borðið. Tí tá 33 minuttir vóru farnir legði Chelsea seg á odda við einum máli, sum var ein sonn gáva frá Steven Gerrard. Gerrard sendi eina høpisleysa sending beint fyri [...] ein stóran dyst, vit vóru greiðir yvir, at vit máttu vinna, segði Frank Lampard aftaná dystin. Spurdur um hvussu tað kendist at spæla framman fyri stóru fjøldini á Anfield, har tey flestu ikki ynska, at
motivatión, og tí eri eg onkursvegna glaður fyri, at strandingar komu ímóti okkum við fullari ferð. Tað kann gera, at vit rakna við, so vit eru púra klárir, tá teir avgerandi finaludystirnir verða spældir, sigur [...] allíkavæl ikki venjaran at skelva: – Vit eru ikki sovnaðir, men durva kanska eitt lítið sindur. Og við til søguna hoyrir eisini, at vit hava onkrar skaðar, so spælarar sum Jugoslavi Djumic og Áki Mørk ikki [...] fyri, kunnu tey spæla frítt ímóti okkum. Til dømis vóru strandingar góðir í gjárkvøldið, meðan vit máttu staðfesta, at hjá okkum vóru nøkur ting, sum ikki riggaðu sum tey skuldu. Neista-venjarin sigur, at
umfarinum. Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir á liðnum hjá Akranesi høvdu heldur tungt hoyggj við at sigra á Sindri úr fjórðbestu deildini á útivølli. Akranes vann dystin 5-3, men undir dystinum var [...] dystinum. Kaj Leo var skiftur út tá 79 minuttir vóru leiktir. Hallur Hansson legði heimaliðið, KR á odda við einum vakrum máli móti Stjørnuni tá bert fimm minuttir vóru farnir. Sambært Morgunblaðnum var talan [...] sera vakurt mál, ið Hallur meddaði upp í málhornið. Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Keflavík máttu leggja rygg til eina stóra steypasensasjón á heimavølli, tá Keflavík tapti heili 1-4 fyri Njarðvík
fara av vøllinum við høvdunum niðurboygdum, tá teir vórðu útslignir av Championship liðnum Sheffield United á útivølli. Her steðgaðu trupuleikarnar ikki hjá City leikarunum, ið máttu ásanna, at tá teir [...] i málverjan, Joe Hart ruku ein rúgva av ballónum aftur og fram, ið City viðhaldsfólkið hevði havt við sær. Ballónirnar skaptu miklan ruðuleika í serliga einari støðu, tá innlegg kom úr vinstra borði. Hendan [...] sigurskós. Teir skoraðu aftur stutt eftir byrjunarmálið, og gestirnar megnaðu bert at minka um munin við einum máli, og so vra greitt at enn eitt Premier League lið varð rikið út úr søguríku ensku steypa
landið. Líka úr Klaksvík suður til Porkeris, sigur hann. Í Kollafirði er busskýlið við frákoyringina til Signabø skrætt upp við øllum fundamentinum. Eisini er rivið av onkrum tekjum í bygdini. Á Skálafjørðinum [...] Runavík og á Toftum. Í Havn eru rútar blástir út, og flaggstengurnar hjá Balslev í Hoyvík máttu lúta fyri vindinum. Við fótbóltsøkið á Argjum er ein 8,7 tons tungur lastbilur fokin oman av vegnum. Eitt gamalt
Fótbóltur Dimmið var við at seta seg yvir vøllin, og meðan viðhaldsfólkini hjá EB/Streymi tustu inn á vøllin, kundu teir hjá Skála bara staðfesta, at heldur ikki hetta var teirra dagur. Og heldur ikki [...] ikki varð árið teirra, nú teir longu seinasta umfar máttu staðfesta, at teir mugu tungu gongdina niður í aðru deild. Bara trý ár eftir, at teir høvdu vónað, at sigurssangurin hjá Freddie Mercury kuni ljóma [...] gjørdi hann so týsdagin, men tað var ikki fyri Skála, at tónarnir ljómaður. Eftir dystin tosaðu vit við Jónhard Frederiksberg, og hann kundi ikki staðfesta annað, enn at løtan var góð hjá EB/Streymi. - Hetta
sunnudag Sunnudagin rakti ein harður kavaroksstormur eystara part av Kanada og landnyrðingspartin av USA við kava og frosti. Onkustaðni á leiðini var lýggjari, og har var antin vátakavi ella regn. Nógvir bilar [...] pørtum av Connecticut mistu streymin. Í New York City vórðu tey sum heild spard fyri streymslit, men máttu lata sær lynda nógvan krapa í gøtunum. Í Boston og pørtum av New England legðist eisini nógvur kavi [...] søgdu, at kavin saktans kundi gerast 50 sentimetrar tjúkkur á leiðini. Har luftin var lýggjari úti við strendurnar, og tað regnaði illa, væntaðu tey, at vátu vegirnir fóru at frysta til ís. Í kanadisku
omanfyri 400, og hóast hvør stólur var upptikin og fólk kroystu seg framvið veggunum, so máttu mong taka til takkar við standiplássi úti í gongini, har lítið og onki sást ella hoyrdist. Fundurin gjørdist ongantíð [...] Valfundurin á Eiðinum í Vági hóskvøldið var tamur, men tá eitt valevni á lista B hugleiddi um parlag við lista E, ella enntá tríkant, um listi C kom uppí leikin, rungaði látur Eftir lívliga valfundin í Hvalba [...] skrásett, men eftir valið fæst at vita, um talan verður um parlag, ella kanska tríkant, har listi C er við, ja, so rungaði láturin í salinum. Ymisk evni komu upp at venda, so sum menning av suðurøkinum, skúlamál