Vil ikki gera viðmerkingar

Tor Mikkel Wara, sum var løgmálaráðharri í Noregi, tá sambúgvi hansara varð handtikin, vil ikki gera viðmerkingar til dómin.

 

Tingrætturin í Oslo dømdi í dag Lailu Bertheussen í eitt ár og átta mánaðar fongsul fyri eitt nú at hava gjørt seg inn á demokratiið, sum ákæran ljóðaði uppá.

Tað serliga við hesum máli er, at Laila Bertheussen gjøgnum mong ár hevur verið sambúgvi við Tor Mikkel Wara, sum var norskur løgmálaráðharri, tá sambúgvin varð handtikin og skuldsett.

Í rættarmálinum, sum vardi í fleiri dagar í heyst, varð eisini Tor Mikkel Wara avhoyrdur. Hann segði seg ikki duga at síggja, at sambúgvin kundi vera sek í ymiskum hóttanum móti sær. Hann helt, at tær hóttanir, hann hevði fingið, máttu koma frá øðrum.

Sjálvur fór løgmálaráðharrin í farloyvi, tá sambúgvi hansara varð handtikin og skuldsett.

Tá norskir miðlar í dag hava spurt fyrrverandi løgmálaráðharran um dómin, hevur Tor Mikkel Wara sagt, at hann hevur ongar viðmerkingar. Sjálvur var hann ikki staddur í rættarsalinum, tá dómurin varð lisin upp.

Tað er stuðulsadvokaturin hjá fyrrverandi løgmálaráðharranum, Ellen Holager Andenæs, sum ger greitt, at Tor Mikkel Wara ynskir ikki at gera viðmerkingar til dómin.

- Hann hevur valt ongar viðmerkingar at gera til dómin, sum er sagdur - ikki í løtuni í hvussu er, sigur stuðulsadvokaturin við norska kringvarpið, NRK.

Laila Bertheussen hevur alla tíðina sagt seg vera óseka í øllum ákærum, og hon gjørdi eisini av at skjóta dómin, sum varð sagdur í tingrættinum í Oslo um middagsleitið í dag, fyri hægri rætt.