Tórshavnar kommuna: Hetta manglar

Íbúgvarnir kunna flyta inn, tá viðurskiftini eru komin upp á pláss

Tað er ikki nógv, ið manglar, fyri at íbúgvarnir í Karlamagnusarbreyt 34 sleppa at flyta inn í nýggju vardu íbúðirnar í Hoyvík.


Eftir ætlan skuldi tey flyta inn í síðstu viku, men eftir at Tórshavnar kommuna hevði sýnt bygningin mikudagin fekk Bústaðir boð um, at har vóru ávísir manglar, ið máttu fáast upp á pláss, áðrenn íbúgvarnir sluppu at flyta inn.


Talan var um sjey punkt, ið kommunan metti ikki vóru nøktandi, tá byggisýn var í farnu viku.


- Gelendari millum parkeringspláss omanfyri og tún var ikki uppsettur
- Trappa frá parkeringsplássinum omanfyri og niður í tún skal tryggjast
- Tún ikki liðugt (flísar)
- Tættleikaroynd var ikki liðug
- Goymslurúm ikki liðug
- Eingin postkassi
- Húsanummar manglar


Øll punktini eru tó ikki eins týdningarmikið og upplýsir kommunan, at tað eru tey fyrstu fýra punktini, ið muga fáast í rættlag, áðrenn flutt verður inn. Tað vil siga, at gelendarin, trappurnar og túnið við inngongdina skulu verða í ordan, umframt at ein váttan má fyriliggja um, at tættleikakrøvini eru yvirhildin, tí tað kann verða trupult at gera royndina, tá fólk er flutt inn.


Av kommununi verður upplýst, at manglarnir eru ikki so stórir, at tað er neyðugt við nýggjum sýni, men at bygningurin kann takast í brúk, um tað fyriliggur dokumentatión fyri, at viðurskiftini við gelendara, túni, trappum og tættleikakrøvum eru komin í rættlag.