Kyndil var uttan teirra avgjørt størsta profil í ár, Miroslav Vladkov, sum hevur brotið tummilin. Tað var tí eitt serliga ungt lið hjá Kyndli, sum skuldi royna at geva VÍF okkurt at arbeiða við, og hóast tað leingi sá út til at fullkomiliga miseydnast, so fekk Kyndil strítt seg inn aftur í dystin og eina løtu leyp hvøkk á VÍF.
VÍF streyk avstað
Gaman í fekk Kyndil fyrsta málið og legði seg á odda 1-0, men tað var eisini tað mesta teir høvdu at fegnast um í hesum hálvleikinum, tí longu fimm minuttir seinni var 5-1 til VÍF. Hvørki av liðunum vóru serliga næsk frammanfyri málinum henda dystin, men VÍF spældi við størri hugmóð og hevði lættari við at finna vegin til málið. Møguleikarnar, ið Kyndil fekk, brendu teir í alt ov stóran mun, fingu teir eisini bara fimm mál tann fyrsta hálva tíman.
VÍF fór nevniliga til hálvleiks við 14-5-leiðslu.
Mundu søplað tað burt
Í seinna hálvleiki royndu vestmenningar seg við einari álopskendari verju, men hetta skakaði ikki Kyndil, sum hevði lættari við at spæla seg ígjøgnum, og eins og í undanfarna dysti teirra ímóti Team Klaksvík, vóru teir um at fremja eitt comeback. Tá ið 10 minuttir restaðu í, høvdu teir minkað niður í 17-21, og tá ið bara fýra minuttir vóru eftir at spæla, var munurin bara tvey mál. Nevniliga 24-22 til VÍF.
Tá tóku vestmenningar sær um reiggj og avgjørdu dystin við 28-23-sigri. Sigurin hevði nógv at siga hjá VÍF, sum heldur fast í 2. plássinum, meðan Kyndil framvegis er í einari uppbyggjandi støðu, stríðist og liggur einsamalt á aftasta plássi.