Tveir bilførarar mistu koyrikortið

Tveir bilførarar í tjúgunum koyrdu alt ov skjótt á Kaldbaksvegnum

Í nátt hevði løgreglan radaran við sær í býin og úrslitið av tí var, at tveir bilførarar máttu siga koyrikortinum farvæl, tí teir koyrdu alt ov skjótt.

 

Løgreglan sigur, at tey máldu ferðina á bilum, sum koyrdu eftir Kaldbaksvegnum, og har máldu tey, at ein bilur koyrdi 139 kilometrar um tíman og ein annar koyrdu 138 kilometrar um tíman.

 

Talan var um tveir bilførarar í tjúgunum, og teir missa báðir koyrikortið, tí har er bara loyvt at koyra 80, og tá ið koyrt verður so nógv skjótari enn loyvt er, rýkur koyrikortið.

 

Løgreglan sigur, at annars var nógv fólk í býnum í nátt. Tað vóru eisini nógv løgreglufólk í býnum og tað kom væl við hjá fleiri fólkum, sum vóru so deyðadrukkin, at tey ikki kláraðu seg sjálvi, men mátti hava hjálp frá løgreglufólki.

 

Ein maður fekk bót fyri at bróta politiviðtøkurnar, tí hann órógvaði løgreglufólk ímeðan tey vóru í holt við eina uppgávu. Hann vildi ikki akta boð frá løgregluni um at geva seg til síðis og tað fær hann bót fyri.

 

Og løgreglan varð eisini boðsend til ein hýruvogn, sum ein maður hevði leigað. Men tá ið avtornaði, vildi hann hvørki rinda fyri túrin, ella fara úr bilinum. Sostatt mátti løgreglan á staðið at fáa hann at rinda fyri bilin, og at fáa hann úr bilinum aftur.