Ein venjingardystur millum Effo-liðini hjá HB og Víkingi fekk ein bráðan enda, tá kom til ilnar millum tveir av spælarunum. So mikið hart leikaði á, at dómarin kendi seg noyddan at avblása dystin.
Liðini høvdu avrátt, at tey skuldu spæla fýra ferðir 20 minuttir, og tað byrjaði eisini sum ein fínur dystur, har tað stóð á jøvnum 1-1 eftir fyrstu 20 minuttirnar. Men beint sum farið var í holt við annað umfarið upp á 20 minuttir, kókaði yvir.
Á miðjuni spældu Poul Ingason hjá HB og Hans Jørgen Djurhuus hjá Víkingi yvir fyri hvørjum øðrum, og eftir at fyrst ein keðilig takling hevði verið, kom ein aftrat, sum fekk øði í grindina.
- Tá Poul eftir seinnu taklingina reistist aftur, tók hann og skumpaði Hans Jørgen, sum síðani smekkaði til og gav hinum ein frammaná, sigur Ransin Djurhuus, ið saman við tveimum øðrum var biðin um at døma venjingardystin millum steypafinalistarnar frá í fjør.
- Hetta førdi so við sær, at Poul stakk upp at bløða og fólk máttu koma inn at hyggja at honum, og tá gjørdi eg bara skjótt av og blásti dystin av. Eg havi dømt í 16 ár, men ongantíð upplivað slíkt, og sovorðið ætli eg mær ikki at standa modell til. So eg floytaði bara av.
Poul Ingason mátti fara á skaðastovuna á Landssjúkrahúsinum, og har kundi staðfestast, at hann hevur brotið nøsina.